Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur nr. 2 hjá KÍ í 2003: KÍ og B36 leiktu javnt 1-1 í sera nógvum vindi

(
John Færø)

Fleiri av teimum føstu vóru ikki við, tá KÍ og B36 sunnudagin í Klaksvík leiktu venjingardyst, sum endaði 1-1, eftir at KÍ hevði havt yvirvág í leiki. Erling Fles legði KÍ á odda, tá hálvur tími var eftir.

Hjá B36 vóru ikki færri enn 7 leikarar burturstaddir í landsliðsørindum, meðan KÍ var 3 landsliðsleikarar fyriuttan, men umframt tað vóru nakrir leikarar afturat ikki við hjá KÍ.

Bara 11 leikarar –
ongin á bonkinum.

Umframt Hjalgrím Elttør, Atla Danielsen og Rúna Elttør, sum í løtuni eru sunnanfyri á venjingarlegu við a-landsliðnum, so vóru nøkur onnur avboð komin til dystin.
Eyðun Klakkstein var í Íslandi í arbeiðsørindum, Alexander Djordjevic fekk ein minni snudd undir venjing fríggjadagin, Fríðin Ziskason var burturstaddur og leirvíkingurin Kristian í Vági Eliasen var heldur ikki við.
Samanlagt gjørdi hetta, at KÍ bara hevði 11 av teimum vanligu leikarunum við til dystin og tí ongan á bonkinum uttan venjararnar báðar, Jan Joensen og Olgar Danielsen.
Undir dystinum fekk Harley Bertholdsen ein snudd í nakkan, og var Jan Joensen tí noyddur at fara á vøllin fyri hann.

Erling og Arnold
leiktu í álopinum.

Nógvi vindurin gjørdi tað torført hjá liðunum at hava skipað spæl, og tí var eisini ilt at lesa av, hvør leikskipan talan var um hjá KÍ.
Framman fyri KÍ-málverjan, Karstin Joensen, sóust fyri tað mesta bara 3 í verjuni hjá KÍ.
Teir vóru Hans Sjúrðarberg, Frank Joensen og Ovi Nysted, sum tó eisini var nógv frammi, tá høvi var til tað.
Harley var vongur í høgru og Símun Joensen í vinstru.
Í álopinum vóru málskjúttin Erling Fles og Arnold Joensen, og Leon Bjartalíð tóktist vera nokkso álopssinnaður eisini.
Hóast fleiri ungir vóru á hesum KÍ-liðnum, so vóru nakrir royndir leikarar á miðvøllinum: Allan Joensen, Jan Andreasen og Jan Joensen, sum altso kom inn fyri Harley.

Fyrsta málið hjá
Erlingi Fles í ár.

Málið hjá KÍ kom, tá áleið hálvur tími var eftir av dystinum.
Tað varð Allan Joensen, sum skapti álopið, tá hann dróg fram í B36-brotsteigin í høgru síðu og hælaði til Leon Bjartalíð, sum sendi inn fyri málið, har Erling var fyrstur á bóltinum, sum hann sendi fram við B36-málverjanum.
Nakað seinni javnaði B36, tá teir høvdu sín einasta málmøguleika í seinna hálvleiki, Karstin Joensen fekk hendurnar á, men tað var ikki nóg mikið. Bólturin fór í málið, og so var 1-1, sum gjørdist úrslitið.

Kvikir leikarar
á KÍ-liðnum.

Um KÍ er ikki nógv at siga enn – tað er so stutt fráliðið – men tó kundi ein til tíðir staðfesta, at KÍ hevur kvikar leikarar á liðnum, sum duga at spæla skjótt kombinasjónsspæl fram eftir vøllinum – málið er dømi um tað.
Samanlagt mundi KÍ hava einar 2-3 málmøguleikar í fyrra hálvleiki og áleið 7-8 í seinna hálvleiki.
B36 hevði væl færri málmøguleikar.
Eisini hoyrdust áskoðarar undir dystinum staðfesta, at KÍ-liðið vísti vilja at stríðast.