icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur nr. 4 hjá KÍ í 2003: KÍ tapti 0-2 ímóti B36 í Gundadali leygardagin

(
John Færø)

Tað vóru aftur tvey skerd B36- og KÍ-lið, sum møttust í Gundadali leygardagin, har heimaliðið hevði betra spælið frammi og tí vann dystin. Úrslitið gjørdist 2-0 til B36.

Umframt landsliðsleikararnar – Hjalgrím Elttør, Atla Danielsen og Rúna Elttør – var KÍ eisini skert av, at m.a. Ovi Nysted ikki var við í Havn leygardagin.
Hinvegin var B36 heldur ikki fullmannað, so tað er avmarkað, hvat úrslitið sigur um veruligu styrkina hjá hesum báðum liðunum.