Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingarnar til kappróðrarárið byrja nú av álvara: Átta halda fram við Klaksvíkingi

Norðlýsið

Norðlýsið var í vikuni inni á gólvinum í kappróðrarneystinum, har onkrir av manningini vóru í holtur við vektvenjingar.

Nú er greitt, at bara 3 av føroyameistaramanningini við Klaksvíkingi ikki halda fram, og sum skilst, eru teir komnir væl áleiðis at finna góðar avloysarar fyri hesar. Sostatt eru útlit til, at vit aftur í ár kunnu rokna við eini spennandi FM-kapping millum 10-mannaførini. Norðlýsið var í vikuni inni á gólvinum í kappróðrarneystinum, har onkrir av manningini vóru í holtur við vektvenjingar. Vit fingu eitt stutt prát við tveir av manningini, Janus Dam Jacobsen og Jón Syderbø.

Bert 3 farnir av bátinum.
Tríggir av rógvarunum í fjør hava boðað frá, at teir ikki halda fram í ár. Teir eru Símun Michael Kerlok, Hjálmar Hátun og Debes Sivertsen.

Hinir átta halda allir fram. Teir eru Magnus Norðberg, Heini Hátún, Janus Dam Jacobsen, Rasmus Magnusson, Oddur Olsen, Svein Rógvi Nielsen, Uni Oknadal og Jón Syderbø.
Tað gevur orsøk til eitt sindur av bjartskygni, at so nógvir av manningini halda fram, og tað merktu vit eisini á rógvarunum, sum vandu hetta kvøldið í neystinum.

Sum skilst, eru teir komnir væl áleiðis at finna avloysarar, tó at teir ikki hava hug at nevna nøvn, sum helst eisini er skilagott, áðrenn øll viðurskifti eru fingin upp á pláss.

Í næstum byrja venjingarnar av álvara við inniróðrarmaskinum, sum standa tilreiðar á loftinum og bíða eftir, at FM-vinnararnir frá í fjør fara at spenna seg út.

Útlit fyri enn eini spennandi kapping.
Tað frættist, at Eysturoyingur veruliga brynjar seg til at taka FM-kappingina upp við Klaksvíking og hini 10-mannaførini, nú teir í fjør máttu taka til takkar við øðrumplássi, sum teir heilt týðiliga vóru vónbrotnir av.

Sum skilst, helt ein partur av manningini tí gula bátinum á Skálafjørðinum fram at venja eftir Ólavsøku í fjør, so tað er lítið at ivast í, at teir meina nakað við ætlanirnar um at basa bæði klaksvíkingum, havnarmonnum og øllum hinum 10-mannaførunum.

Nú vit nevna havnarmenn, so er ikki sørt, at tað er brell á teimum at sleppa upp í part í FM-kappingini, tí teir eru at hoyra bæði í Útvarpi Føroya og á heimasíðuni hjá felagnum, har teir lýsa eftir manning til Havnarbátin fyri komandi kappróðrarár.

Og so eru tað hinar manningarnar, sum vit ikki enn hava hoyrt nakað um … jú, spennandi verður at fylgja við kappróðrarárinum 2007.