Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ver bjóðar nýggj fartelefonhald

FØROYA TELE

Ver er ein heilt nýggj tænasta á fartelefonøkinum, sum kann bjóða bíligari og smidligari samskifti enn higartil. Tænastan byggir á, at kundin sjálvur avgreiðir alt á netinum.

Ver er ein heilt nýggj tænasta á fartelefonøkinum, sum kann bjóða bíligari og smidligari samskifti enn higartil. Tænastan byggir á, at kundin sjálvur avgreiðir alt á netinum.

TÍÐINDASKRIV 29. APRÍL 2014

Í dag byrjar ein sonn kollvelting av føroyska fartelefonmarknaðinum.

Ver er ein heilt nýggj veiting við munandi bíligari tænastum til føroyska fartelefonbrúkaran. Ver er nýtt vørumerki hjá Føroya Tele við egnum samleika, síni egnu heimasíðu og egnum fartelefonproduktum, ið víkja nógv frá teimum tænastum, sum annars verða bjóðaðar.

Høvuðsboðskapurin er, at kundin sjálvur avgreiðir øll síni viðurskifti á netinum. Afturfyri fær hann eina nógv bíligari og smidligari tænastu enn higartil.

“Tíðin er búgvin at fremja eitt veruligt nýbrot á føroyska fartelefonmarknaðinum. Ver lækkar prísirnar í Føroyum munandi. Samstundis vilja vit gera tað meira einfalt fyri kundan at avgreiða øll síni viðurskifti á netinum,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

Minuttprísurin á nýggju ver-produktunum liggur langt undir øllum øðrum fartelefontænastum í Føroyum. Og fyri fyrstu ferð fært tú óavmarkaða talu – sokallað “flatrate” – á fartelefonina.


Nýggjur pallur

Arbeitt hevur verið í hálvt ár við at fyrireika nýggju tænastuna, sigur Jan Mortensen, sum er privatkundastjóri hjá Føroya Tele.

Dentur hevur verið lagdur á at menna ein nýggjan pall, har brúkarin sjálvur stovnar seg sum kunda, velur hald og sjálvvirkandi rindar frammanundan fyri sína nýtslu hvønn mánað. Ein heimasíða er gjørd, har kundin sjálvur avgreiðir øll síni viðurskifti og fær greitt at vita alt um tænastuna og nýtslu.

“Ein høvuðsorsøk til, at hetta ber til, er at tænasturnar virka á einum nýggjum platformi. Við tað at øll tænastan er á netinum, kunnu vit afturfyri bjóða minuttir og sms fyri ein lægri kostnað enn vanligt. Brúkarin er sostatt leysur av avgreiðslutíðum og øðrum, og hann sleppur undan at hugsa um at keypa nýggja talutíð, tí trekt verður sjálvvirkandi hvønn mánað,” sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri.

Ein onnur orsøk til, at nú ber til at bjóða eina bíligari tænastu er, at Føroya Tele er minkað nógv í vavi. Fyritøkan er farin frá at telja oman fyri 260 fólk fyri nøkrum árum síðan, til at góð 180 fólk nú eru í starvi.

“Vit hava fyrireikað okkara fyritøku til hetta í gjøgnum nógv ár. Vit hava miðvíst trimmað fyritøkuna, har kostnaðirnir eru lækkaðir munandi, og rakstraravlopið er økt, soleiðis at vit hava fingið ein sunnari rakstur við avlopi hvørt ár. Hetta gevur okkum møguleika at lækka prísirnar, samstundis sum vit eru før fyri at gera neyðugar íløgur næstu árini,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri.


Trygt, einfalt og bíligt
Ver vendur sær sostatt til brúkarar, sum eru meira sjálvstøðugir og eru sinnaðir at avgreiða síni viðurskifti á netinum sjálvir. Tann persónliga tænastan er tískil ikki í sama mun partur av skipanini, men hinvegin er strembað eftir at gera tænastuna á netinum so einfalda og sjálvsagda, sum yvirhøvur til ber.

Ver er einans fartelefonsamskifti, og tí fáast fastnet og breiðband ikki frá ver enn. At byrja við eru trý fartelefon-hald at velja millum, har tú hvønn mánað rindar frammanundan fyri antin 3 tímar, 6 tímar ella fría talu. Fyri fría talu rindar tú 297 krónur um mánaðin, og tað er higartil nógv bíligasti minuttprísurin í Føroyum.

Sum nakað nýtt er óavmarkað sms-nýtsla í øllum trimum haldum. Sostatt kanst tú altíð sms’a, sama um talutíðin skuldi verið uppi. 50 MB data fylgir eisini við hvørjum haldi, og til ber at keypa sær meira data. Hartil ber til at fylla sær á eina kontu til serliga nýtslu, eitt nú til gjaldstænastur ella nýtslu uttanlands.

Ver virkar á netinum hjá Føroya Tele. Talan er sostatt um besta farnetið í Føroyum, og Føroya Tele borgar fyri trygdini og dygdini á tænastuni. Hinvegin er talan um eina tænastueind, har øll tænastan er at finna á heimasíðuni ver.fo.