Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ver nú eitt sindur positivur Høgni

Oliver Joensen

Eg var sjálvandi spentur at síggja, hvussu móttøkan fór at verða av hugskotinum um eitt alment realkredittfelag. Hetta er ikki eitt hugskot fyri at fáa ein nýggjan almennan stovn, men fyri at geva peningastovnunum ta kapping, sum teimum eyðsýnliga tørvar.

Rentustøðið til føroyska sethúsamarknaðin er munandi hægri enn tað, vit síggja er galdandi í Danmark. Tí var tað eitt hugskot, at ein almennur realkredittur kundi bjóða føroyska sethúsamarknaðinum bíligari sethúsafígging, enn hana vit hava í dag.

Eg var sjálvandi spentur at síggja, hvat hinir flokkarnir fóru at siga, Hevði sjálvandi ein varhuga av, at borgarligu flokkarnir neyvan fóru at standa og rópa halleluja, men skilji kortini, at móttøkan hevur verið rímilig. Kanska var eg serliga spentur at síggja viðmerkingina frá Høgna Hoydal, tí hann hevur verið rættiliga atfinningarsamur ímóti førda rentupolitikkinum. Men gakk, hann datt aftur í hasa grøvina, sum ein ofta ger, tá ein situr í andstøðu. Man vil einki gott síggja, og tí fer man altíð í baklás. Kenni støðuna frá tí, eg sjálvur sat í andstøðu.

Allir flokkar á tingi hava verið rættiliga samdir um, at rentustøðið er ov høgt í peningastovnunum. Ikki bara fyri sethúsaeigarar, men so sanniliga eisini fyri vinnulívið. Løgmaður hevur frá tingsins røðarapalli heitt á bankarnar um at vísa afturhald, og sama hava bæði eg sjálvur og onnur gjørt. Vit kunnu sum myndugleiki og parlament ikki gera tað heilt stóra annað enn siga okkara hugsan. Vit kunnu ikki lóggeva um rentuna, men vit kunnu sjálvandi lóggeva um rentustuðulin, vit lata, og vit kunnu lóggeva um tað avgjald, sum peningastovnarnir gjalda.

Hyggja vit til Danmarkar, so er tað heilt týðiligt, at tað er kappingin um at veita útlán, sum ger at útlánsrentan fellur. Er henda kapping ikki til staðar, so er heldur einki trýst á at fáa rentuna niður. Um bankarnir onkursvegna hava somu fatan um rentuna, og tað hava teir ivaleyst, so verður rentan tann, hon í dag er. Seinastu tvey árini hava teir enntá hækka rentumarginalin við næsta einum prosenti.

Tí kenni eg meg sannførdan um, at kundu vit t.d. útbygt Realin til eisini at fevnt um sethús, so hevði glið komið á rentuna. Tað, sum veruliga munar eisini viðvíkjandi rentustuðulinum, sum vit lata á fíggjarlógini, tað er tann til eina og hvørja tíð galdandi rentan. Ein rentuhækking upp á ½ % svarar fyri sethúsaeigaran til tað sama, sum tá vit lækka rentustuðulin úr 40 niður í 35%.

Sjálvandi kann Høgni skjóta hugskotið niður, tað er so tað, men eg hevði nú vónað, at vit kanska kundu farið í eitt kjak um henda trupulleika.

Jóannes Eidesgaard