Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ver við at hátíðarhalda altjóða brekdag

Tíðindaskriv

Mikudagin 3. desember eru øll hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda altjóða brekdag í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 12, tá ið Dugni borðreiðir kaffi, køkur og frukt í forhøllini.

Mikudagin 3. desember eru øll hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda altjóða brekdag í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 12, tá ið Dugni borðreiðir kaffi, køkur og frukt í forhøllini.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingar, sum fólk, ið bera brek, hava í gerandisdegnum, so samfelagið alsamt gerst meira inkluderandi og harvið eitt samfelag fyri øll, har mørk verða brotin og dyr latnar upp.

Kl. 13 bjóðar Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað, vælkomin. Síðani fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at seta dagin, og Eydna Skaale fer at hugleiða við evninum Gerandisdagurin hjá okkum.

Áðrenn vokalbólkinum KATA fer at syngur, fer Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, at tosa um ST sáttmálan og vísa á viðmerkingarnar, sum Føroya landstýri fekk frá ST nevndini í september.

Hvørt ár hevur altjóða brekdagurin eitt yvirskipað evni, sum í ár er tøkni. Tí hevur Almannaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF, sum skipa fyri degnum, valt at bjóða Heidi Sivebæk, sum er stjóri fyri atkomu í Danmarks Radio.

Áðrenn Heidi Sivebæk fær orðið, fer Jákup Danielsen, fyri felagið fyri hoyribrekað, at tosa um, hvørjar avbjóðingar hoyritarnað í Føroyum hava.

Á heimasíðuni hjá DR er teigur, sum eitur “Få det hele med!”, har spurningar viðvíkjandi atkomu við at hoyra, síggja, lesa og skilja verða svaraðir. Har eru allir upplýsingar um hjálpartænastuna, sum DR bjóðar hyggjarum og lurtarum, savnaðir. Hesum fer Heidi Sivebæk at greiða frá, og hvussu tey arbeiða við atkomu fyri øll.

Ein av viðmerkingunum, sum Føroya landsstýri fekk frá ST nevndini var út frá grein 9 í ST sáttmálanum um atkomu. Nevndin hevur ampa av, at sendingar í almennu tíðindarásini KVF bert eru tekstaðar ella teknmálstulkaðar, um tær verða roknaðar sum sertíðindi við serstøkum áhuga. ST nevndin mælir til, at Føroya landsstýri tryggjar atkomu bæði fyri tey, sum eru tunghoyrd og tey, sum eru deyv til allar sendingar í KVF.

Í dag verða Dagur og vika, Kjakið, og Vangamyndin teknmálstulkað, og endursendingin av Spískamarinum verður tekstað. Hetta er avgjørt ein góð byrjan, men enn er nakað á mál. Ynskilig er at víðkað hetta soleiðis, at allar føroyskar sendingar vórðu teknmálstulkaðar og tekstaðar.

Kl. 16 endar Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað, dagin, sum verður teknmálstulkaður.

Altjóða brekdagur varð ásettur av Sameindu tjóðum í 1992 og hevur verið hátíðarhildin í Føroyum síðani tá. Fram til 2011 hátíðarhelt MBF dagin, men síðani 2011 hevur Almannaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF staðið saman um dagin.


Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum