Í samband við óhepnar støður sum drápsmálið við Marknalíð, drápsmálið í Hvalba, málið um Pidda, sjálvmorð, ferðslu- og arbeiðsvanlukkur osfr., so eggja flestu portalar í Føroyum fólki at viðmerkja undir greinunum, hóast hesar viðmerkingar ikki gagna greinini á nakran hátt, men einans raka tey avvarandi.

Vit eru sostatt ein bólkur av avvarandi, sum hava tikið stig til eina undirskriftainnsavnan í vónini um, at portalar í Føroyum broyta hugburð og virða góðan fjølmiðlasið.
“4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd… Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.”– brot úr leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið.
Við hesum vilja vit heita á portalar um at strika møguleikan at viðmerkja tílíkar greinar. Í vónini um, at tit eisini vilja sýna teimum avvarandi ta virðing tey hava uppiborið.
Vilt tú vera partur av broytingini, so høvdu vit sett stóran prís uppá, at tú trýstur á hesa leinkjuna:http://www.skrivunder.net/vit_syna_viringog gevur tína undirskrift.
Takk fyri
Hergeir Staksberg