Hevur tú onkran í huganum, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin at gerast Ársins Leiðari í 2017? So kanst tú nú verða við í avgerðini, hvør verður kosin, ein innan tað privata og ein innan tað almenna.
Synergi:
Tann 27. januar verður Leiðaradagurin skotin í gongd. Møguleiki er hjá øllum at innstilla onkran leiðara, sum tey halda, eigur at fáa heiðurin í 2017. Freistin at tilnevna er 18. januar 2017 – tilnevnHER !
Tema á degnum er samráðingar
Vit samráðast alla tíðina og við øll. Við nevnd, starvsfólk, veitarar, keyparar, bankar, myndugleikar, makan, børnini, svigermor… Vit hava 10.000 slíkar samráðingar gjøgnum eitt ár. Í veruleikanum er onkur formur fyri samráðing í øllum samskifti millum fólk. Sjálvt tað at taka persónligar avgerðir, kemur undir kategori’ina at samráðast – tá samráðist tú bara við teg sjálvan. “Skal eg fáa mær eitt kakustykki ella er betri at lata vera?”
Ein av heimsins fremstu innan samráðing, Keld Jensen, kemur allan vegin úr USA til Føroya at geva okkum síni allarbestu tipp um samráðingar. Keld granskar, ráðgevur og hevur skrivað fleiri bøkur um samráðingar. Á leiðaradegnum verður farið í dýpdina um at samráðast soleiðis at báðir partar kenna seg sum vinnarar.
Les alt um dagin og tekna teg HER!ella á heimasíðuni hjá Leiðaradagurin: www.leidaradagurin.com




