Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verða dystirnir fullførdir?

Jákup Ósá

Effodeildin: Tað verður boðað frá nógvum vindi sunnudagin, tá tveir dystir í Effodeildini vera spældir.

16-17 m/s verður vindferðin í Fuglafirði nærum allan sunnudagin, tá ÍF og KÍ skulu spæla í fyrsta umfarinum í Effodeildini. Og í Runavík, har NSÍ og B68 spæla, verður vindstyrkin áleið tann sama ella eitt vet meir. Helst verður avgerðin tikin, um dysturin skal spælast ella ikki, áðrenn kl. 14.00, tá klaksvíkingar byrja at fara frá húsum, tí veðrið fer væntandi ikki at broytast frá kl. 10 og restina av degnum. M.a. skal bólturin sambært fótbóltslógini liggja stillir í øllum deyðbóltsstøðum, og hetta kann fara at knípa í nógvum vindi.

Verða dystirnir útsettir, so verða teir neyvan spældir nakað kvøld í komandi viku, tí ljós viðurskiftini eru einans nóg góð á Tórsvølli til at spæla Effodeildar fótbólt um kvøldi í myrkri. Tá verður antin spælt fyrr um dagin ella seinni í ár, tá pláss er fyri dystum mitt í viku.

Tað, sum ikki tænir fótbóltinum, er, um fótbóltsdystir vera leiktir í líkindum, har tað ikki er spælandi og har tilvildin ræður.

Harleywoodpaint