Jan Klein, sum var ein av teimum sum áttu svartkjaftatrolaran Polarfarið (fyrrverandi Raðhamar), kom av tilvild at sita undir liðini á núverandi eigaranum sum er úr Argentina
Jan Klein, skrivar:
Henda søgan er eitt sindur annarleiðis, enn tað eg havi sæð hesar síðstu dagarnar, haldi sjálvur at hon er sera áhugaverd, – kanska serliga fyri meg – men kanska fyri okkum klaksvíkingar eisini.
Tað er so, at í dag arbeiði eg fyri P/F Vónin og havi eg botntrol sum mítt øki.
Vónin (Eystein Eltør, Jón N. Olsen og eg saman við Injector Trawldoor (Jan A. Muller og Helgi Larsen) vóru bjóðaðir til Norsjóðar Sentri í Hirtshals av nøkrum reiðarum/skiparum frá New Zealand og Argentina, at fortelja hvat Vónin og Injector Trawldoor standa fyri. Vit nýttu so allan dagin har og vísti nøkur trol og lemmar fram í tanganum sum er har.
Nú kemur tað áhugaverda.
Um kvøldi var so døgurði og kom eg at sita saman við einum frá New Zealandi og tveimum úr Argentina. Tá ið vit høvdu siti eina løtu, so sigur hesin úr New Zealandi við meg, at hann hevði verið skipari í 4 ár, á einum trolara, sum hann helt kom úr Føroyum.
Av tí at eg visti, at Polarfarið fór úr Føroyum til Canada og síðani til New Zealand, so tonkti eg, at kanska var tað Polarfarið og segði navni á tí.
Jú tað var rætt. Eg segði so honum, at eg var ein av eigaunum og skipari á Polarfarinum.
Tá kom rættilig gongd í práti nú. Nú sigur tann eini frá Argentina við meg, at hann var skipari á Polarfarinum í dag og fyri at tað ikki skal verða lygn, so sat eigarin eisini saman við mær eisini.
Eigarin helt at hetta var ein so stuttligt og áhugavert uppliving, at hann reisti seg upp og fortaldi fyri øllum hinum við borði um hendingina, tí sum han segði, at tað var undarligt, at vit skuldu møtast soleiðis og frá hvør sínum herðahorni á jørðini og sita við sama borð.
Hann helt fyri, at verðin var ikki so stór álíkavæl, og so slett ikki tá ið talan er um fiskivinnuna . Tað vóru eini 30 fólk við borði og reistu tey seg upp og klappaðu fyri hesa søgu/hending.
Fyri meg persónliga, var hetta eitt sindur kenslubori, tí man legði jú alt í hetta skip, og endan av tí kenna øll. Men heilt ótrúliga áhugavert og stuttligt var tað.
—-
skrivar Jan Klein í eini heilsu til www.nordlysid.fo




