Nú munnu vera umleið 60 ár síðani at vit í Føroyum fingu ein almennan miðil, sum allir skattaborgarar í landinum hava goldið til.
Tað byrjaði í høvuðsstaðnum, og tað er framvegis í høvuðsstaðnum.
Flestu okkara munnu minnast hvussu hufarsligt tað var, tá útvarpi í gomlum døgum kom kring um í landinum, antin tí tørvur var á meira peningi til rakstur, ella eisini fyri at hyggja at bygdunum í Føroyum at líkna saman við tá vit ídag fara í djóragarðin at hyggja eftir løgnu og spennandi og ófrættakendu djórunum.
“Det var dengang”, jú stuttligt var tað, áhugavert eisini. Tað var ein onnur tí og krøvini til miðlar vóru sera lítil.
Tað sum tó er harmuligt er, at tað sýnist sum um støðan ídag, við 80 millióna kringvarpinum er nærum hin sama.
Gav at bíta í vikuni, tá viðingar høvdu gjørt nógv burturúr grønlendska tjóðardegnum. í Spælistovini á Viðareiði var forvitnislig framsyning. Helst ikki á støði við Norðurlandahúsið og Listaskálan, men á Viðareiði hevði í langa tíð verið arbeitt við hesum átaki, har ein stórur partur av fólkunum og børnunum í bygdini hevði lagt stórt arbeiði í at fáa tjóðardag Grønlands so áhugaverdan sum gjørligt.
Endamálið var bæði ein gestus til grønlendsku ættarbondini á Viðareiði, men ikki minst lógu undirvísingarlig fyribrigdi aftanfyri. Undangongufólkini undirstrikaðu, at stóra verkætlanin var ætlað fyrst og fremst sum kunning um grønlendska samfelagið, ásannandi at vit í Føroyum vita alt ov lítið um Grønland og grønlendska mentan.
Vit eru í ríkisfelagsskapi við Grønland og tað hildu tey á Viðareiði, at tað var viðkomandi at taka eitt slíkt evni upp sum verkætlan í dagansingarskipanini.
Hugalig sum tey høvdu verið, siga tey at tey vendu sær til “okkara” Kringvarp. Boðini tey søgdu seg hava fingið vóru “Nei, vit kunnu ikki koma til Viðareiðis, tí tað er ov langt”.
Í Kringvarpinum tann dagin bleiv ikki so nógv gjørt burturúr hvussu grønlendski tjóðardagin bleiv mintur her á landi.
Jú, nú gjørdu vit kringvarpinum eitt sindur av órætti. Rætt skal vera rætt, upplesarin í Degi & Viku nevndi, at í Havn koyrdu bussarnir við grønlendskum fløggum.
—
Danir, sum okkara politikarar og embætisverk plaga at líkna okkum saman við, hava júst gjørt hol í sjógvin í almennum miðlahøpi við at flyta stórar partar av DR út úr høvuðsstaðnum og fólki fegnast, tí tað hevur higartil verið sólskinssøga – nær fara vit at síggja tað sama í Føroyum?




