Í kvøld verður fundur í Gamla Seglhúsi, har valfeløgini hjá teimum báðum stóru samgonguflokkunum hava boðið sínum formonnum, løgmanni og fíggjarmálaráðharranum, ið eisini er varaløgmaður, til fundar um gjøldini í undirsjóvartunlunum. Bæði fyri at leggja síni egnu sjónarmið fram, og fyri at hoyra, hvat ítøkiligt formenninir og landsstýrismenninir hava at siga. Frammanundan fundinum hava at kalla øll lokalfeløgini í Norðoyggjum, tvørtur um andstøðu og samgongu, í dag meldað út, at tey taka undir við at strika gjøldini.
Eftir útmeldingunum higartil at døma eigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, ikki at liggja í nakrari bukt. Jørgen hevur fleiri ferð sagt frá, at hann ynskir bummgjøldini í undirsjóvartunlunum avtikin, seinast á tingsins røðarapalli í seinnu helvt av oktober. Tá bleiv tað ítøkiliga stillað í útsikt fyri norðoyingar og vágafólk, at gjøldini innan leingi vórðu at verða avtikin.
Jørgen Niclasen hevur tó trupulleikar í egnum baklandi hesum viðvíkjandi. Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevði hug at sláa ókeypis undirsjóvartunlarnar upp í glens og segði sarkastiskt, at jólagávuhýrur mundi verða komin á tingfólk. Hann kravdi óbeinleiðis, at málið bleiv viðgjørt og kannað nærri, áðrenn støða bleiv tikin.
Tað er tó ilt at vita, hvat manglar at verða kannað og viðgjørt. Nú fer at tátta í 20 ár, síðani Norðoyggjar og Vágar fingu lovað ókeypis tunlar, tá lánsgjøldini í hesum vóru niðurgoldin, og tað er nú rúm tíð síðani, at tað hendi. Ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin í undanfarna valskeiði, tá táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, vildi útseta ókeypis koyringina, til landskassaíløgan eisini varð goldin landskassanum aftur.
Tað, vit vita um, er hetta einasta ferðin, at Landskassin hevur kravt eina íløgu, sum er goldin við skattakrónum, goldna aftur. Men lat tað liggja í hesum umfari.
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur hildið kortini munandi tættari at kroppinum enn Jørgen Niclasen. Enn vita vit ikki, hvørja støðu hann hevur til ókeypis tunlar, men tá samgonguskjalið varð undirskrivað, varð hetta umrøtt, og løgmaður mótmælti ikki. Tað verða serliga ímóti løgmanni, at eyguni fara at verða vend á fundinum í kvøld, vænta vit á Norðlýsinum.
Hetta er langt frá fyrstu ferð, at hetta málið er uppi og vendir, og eitt er so greitt, at fellir avgerðin ikki í kvøld, so fer tað at blíva við at koma upp at venda við jøvnum og minni jøvnum millumbilum. Norðoyingar og vágafólk fingu munnliga lovað, at tá tunlarnir vórðu útgoldnir, so skuldu teir vera ókeypis, og bæði sjálvur lógarteksturin og viðmerkingarnar eru orðaðar samsvarandi hesi fatan, tó at tað ikki stendur greitt tilskilað í lógini.
Tað stendur hinvegin svart uppá hvítt í avtaluni um Eysturoyartunnilin, at tá hann er útgoldin, verður frítt at koyra. Og ongin myndugleiki í Føroyum kann liva við, at tann dýrasti tunnilin gerast ókeypis við tíðini, meðan teir báðir bíligastu skulu hava eitt gjald á til ævigar tíðir, bert tí at man ikki fekk tað skrivligt á fyrsta sinni.
Hetta málið hevur, sum vera man, nógv størri áhuga millum vágafólk og norðoyingar enn fyri onnur, og Norðlýsið verður sum tann einasti fjølmiðilin við á spennandi fundinum í kvøld, ið byrjar kl. 19:00 í Gamla Seglhúsinum.


