sigur Zakarias Wang, stjørnmálafrøðingur, sum m.a. hevur skrivað bókina “Stjørnmálafrøði” har føroyska valskipanin verður lýst gjølla
Zakarias Wang, stjørnmálafrøðingur, heldur at tørvur er á einum informerandi orðaskiftið um valskipanina og hann ávarðar staðiliga ímóti, at tingið samtykkir eitt uppskot, sum so radikalt broytir valskipaninna og sum letur upp fyri so nógvum iva somum elementum.
– Tað eru fleiri stórir trupuleikar við uppskotinum hjá løgtingsformanninum.
– M.a. er ætlanin at kandidatarnir skullu vera valdir eftir persónligu atkvøðunum.
– Tað er eingin ivi um at høvuðskandidatarnir hjá flokkunum, tvs. formennirnir og ein ella tveir av fremstu politikarunum, fáa næstan allar atkvøðurnar hjá flokkunum. Teir verða porfileraðir í fjølmiðlunum og tí fara teir eisini avstað við stórsta partinum av atkvøðunum. Men tað verður heilt tilvildarligt hvørjir kandidatar vera nummar 4,5,6,7 ella nummar 8.
– Tað skal so lítið av atkvøðum til at gerast nummar sjey ella nummar 8 hjá stóru flokkunum, at persónar, sum eru talsmenn fyri felagsskapir við serligum áhugamálum fáa ein stóran fyrimun.
Hvør skal avgerða hvør kemur á listan
– Ein annar stórur trupuleiki við at samtykkja uppskotið hjá Edmund Joensen er at flokkarnir als ikki eru klárir til at gera uppstilling undir broyttu fyritreytunum.
– Ein spuringur, sum eingin dugir at svara, er hvør skal gera av og velja teir persónar, sum skullu stilla upp hjá ymisku flokkunum?
– Í løtuni hava vit veljarafeløg kring um í landinum, sum í øllum flokkum uppstilla persónar, sum tey meta eru egnaðir til at stilla upp.
– Verða Føroyar eitt valdømi so detta veljarafeløgini burtur og so er spurningurin – hvør skal gera av hvørjir persónar stilla upp?
– Skulu nakrir persónar í Havn avgerða hvør stillar upp í Vágunum, Suðuroy ella Norðoyggjum?
– Verður uppskotið hjá løgtingsformanninum samtykt, so vera tað flokksleiðslurnar suðuri í Havn, sum avgerða hvør persónur sleppur á listan ella ikki.
– Tað vil við øðrum orðum siga, at teir persónar, sum av einhvørji orðsøk ikki eru væl við leiðslurnar í flokkunum hava ongan møguleika at koma á listan hjá flokkunum.
– Tað verður lættari hjá flokksleiðsluni og formonnum at útihýsa persónum úr flokkinum, sum teir ikki eru samdir við.
Fólkatingsval er ikki løgtingsval
– Tað verður ført fram at tá Fólkatingsval er gongur alt upp á stás og eingir trupuleikar eru við uppstillingini – men tað ber als ikki til at samanbera hesa báðar val skipanirnar.
– Til Fólkatingsval skullu føroyingar bara velja tveir fólkatingslimir. Tað vil siga at í stóru flokkunum verður bert ein persónur valdur.
– Øll onnur, sum stilla upp, hava frá útgangsstøðinum ongan møguleika at blíva vald – tey eru í roynd og verðu stillarar hjá flokkinum.
– Verða Føroyar eitt valdømi skullu vit velja 32 tinglimir ella fleiri, og tí verður tað sanniliga ikki líkamikið hørji nøvn vera á listanum ella ikki.
– Men stóri spurningurin er hvør skal hava avgerandi orði at siga viðvíkjandi uppstillingini og hetta svarið kann eingin geva í løtuni.
Truplari at varðveita flokksdisiplin
Zakarias Wang, stjørnmálafrøðingur, sær fyri sær at tað verður trupulari at varðveita flokksdisiplin um uppskotið hjá Edmundi verður samtykt.
– Av tí at uppskotið hjá Edmund Joensen letur upp fyri at tað verða ávísir áhugabólkar í samfeløagnum, sum fáa lættari við at koma á ting, so verður tað truplari at hava flokksdisiplin.
– Kandidatar, sum eru valdir av ávísum samfelagsbólkum fara altíð, at vera trúgvir móti sínum veljarum í ávísum spurningum og tí verður tað ikki lætt at halda avtalur sum flokkar gera sína millum.
– Eisini fara tinglimir at føla seg meira ólíka enn teir gera í dag, tí sera stórur munur verður á atkvøðutalinum sum ymisku tinglimirnir fáa.
Uppskotið hjá Edmundi skapar ruðuleika
Zakarias Wang, stjørnmálafrøðingur, eftirlýsir einum upplýsandi kjakið um valskipanina.
– Eg eri sannførdur um, at verður uppskotið hjá løgtingsformanninum samtykt, so ánar eingin í verðuleikanum hvat tað er fyri ein skipan vit fáa.
– Skipanin hjá Edmundi fer at gera tað meira umráðandi hjá tingmonnum at arbeiða til frama fyri ávís sera áhugamál og tað er jú beint ímóti tí sum uppskotstillarin hevur sagt vera endamálið.
– Eg haldið tað vera atfinningarsamt at eitt so stórt uppskot, sum at broyta valskipanina, kemur fram sum ein ketta úr høvdatrogi.
– Eg vildi mett at rættast var at sett eina breiða nevnd, at lýst teir trupuleikar sum eru við okkara valskipna og síðani fingið eitt upplýsandi kjak um valskipaninna áðrenn hon var broytt.
– Uppskotið hjá Edmundi er gjørt soleiðis, at tað bert er til frama fyri ávísar persónar og tað kann so undir ongum umstøðum gagna heildini.




