Danski miðverjin Andreas Damgaard Jensen skal komandi vikuna royndarvenja við KÍ.
Danski miðverjin Andreas Damgaard Jensen skal komandi vikuna royndarvenja við KÍ.
Andreas er 24 ára gamal og 192 cm høgur. Hann hevur leikt við Team Wellingston fram til nú, tá sáttmálin gekk út við felagið frá New Zealandi. Í 2011/12 leikti hann 17 dystir og skeyt 1 mál fyri Blokhus FC í næstbestu donsku deildini.
Hansara stóra styrki er luftspælið sum hansara 192 cm eisini benda á. Hann venur fyrstu ferð við KÍ týskvøldið. Eftir hesa vikuna verður støða so tikin til, um miðverjin fær sáttmála ella ikki.




