Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verjuskipini á veg til grindina

Jákup Ósá

Tey bæði donsku verjuskipini, ið eisini vóru í Kalsoyarfirði, eru á veg til grindina.

Bæði Triton og Knud Rasmussen sigla ímóti grindini, ið skal haldast til í Bø. Í løtuni eru tey sunnanfyri Vágoynna og nærkast grindini. Einki hevur enn verið at frætt um nakrar trupulleikar við Sea Shepherd, men tað at bæði skipini eru á veg til grindina kundi bent á, at møguleikin ikki skal avskrivast fyri, at Sea Shepherd fólk ella bátar vera partur av grindarakstrinum og/ella drápinum sjálvum.