Frásøgn við báðum uppstillingunum.
Hvørki KÍ ella HB fingu sítt spæl at koyra í venjingardystinum leygardagin. KÍ fekk einasta málið í dystinum.
Størsta partin av dystinum spældi KÍ í eini 3-6-1 líknandi leikskipan, har Heðin Klakstein lá aftanfyri Páll A. Klettskarð, meðan Aksel B. Danielsen fyri tað mesta spældi sum høgri kantur.
Fleiri høvdu helst glett seg til at sæð nýggja danska álopsleikaran hjá HB, Daniel Elly Pedersen, men hann kom als ikki á vøllin. Hin nýggi danski leikarin hjá HB, Sebastian Pingel, spældi á høgra kanti og var kanska mest eyðsýndi offensivi leikarin á vøllinum í fyrra hálvleiki. Annars spældi HB við Tróndi Jensen sum tí fremsta sentralt á miðvøllinum, meðan Levi Hanssen spældi á vinstra kanti.
Um dystin er at siga, at hann var javnur nærum alla tíðina. HB legði sína trýstlinju aftalaga og loyvdi KÍ fram og fleiri ferðir mundi HB revsað, tá KÍ misti í uppspælinum. Sum heild høvdu liðini trupult við at fáa nakað skipað spæl og fáir mál møguleikar vóru. Hinvegin kundu liðini fegnast um gott verjuspæl størsta partin av tíðini. Einasta málið í dystinum kom seint í dystinum, tá Jonas F. Rasmussen skeyt hornasparksinnlegg frá Jákup B. Andreasen í málið.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-6-1): Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Hørður Askham – Sørmundur Kalsø, Atli Danielsen, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen, Aksel B. Danielsen, Heðin Klakstein – Páll A. Klettskarð. Seinni komu Ólavur Niclassen, Henry Heinesen, Tórur Justesen, Steinbjørn Olsen og Jóannes Danielsen á vøllin.
HB byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Heðin Hansen, Rókur av Fløtum Jespersen, Sebastian Pingel, Tróndur Jensen, Levi Hanssen – Ari M. Olsen. Seinni komu m.a. Adrian Justinussen, Danial Pauli Lervigumframt fleiri aðrar ungar leikarar.




