Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkætlanarleiðari til Búðstaðir

Bústaðir

Vilt tú menna føroyska bústaðamarknaðin saman við okkum?

Virksemið á Bústøðum økist alsamt, og tí verður søkt eftir enn einum verkætlanarleiðara.
Sum verkætlanarleiðari fert tú at arbeiða í einum toymi, har tín uppgáva verður at hava ábyrgdina av dagliga samskiftinum við okkara samstarvspartar innan byggivinnuna; her verður m.a. hugsað um byggifundir, uppfylging av avtalum, góðskutrygging og at tryggja, at gjørdar avtalur í sambandi við fíggjar- og tíðarætlanir verða hildnar. Okkara verkætlanir fevna um alt frá nýbygging til umvæling og viðlíkahald av bygningum.

FØRLEIKAR
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan byggivinnuna t.d. byggiverkfrøðingur ella byggifrøðingur. Tað er sera umráðandi, at tú hevur royndir innan tilboðsgeving og íbúða- og/ella sethúsabygging.

UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er mánadagin 2. oktober 2017. Lønar- og setanarviðurskiftir verða skipaði sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Boga Jacobsen, tekniskan leiðara, á telefon 401003 ella 293602.


UM BÚSTAÐIR
Bústaðir eru bústaðafelag, sum er sprottið úr Húsalánsgrunninum.
Bústaðir virka fyri at fjøltátta føroyska bústaðamarknaðin og tryggja skipaði viðurskifti á leigumarknaðinum.
17 starvsfólk arbeiða í felagnum og hava tey nógvar, nýggjar og ymiskar arbeiðsuppgávur.

Bústaðir hava í dag 181 leigumál á 16 ymiskum støðum í landinum. Verkætlanir við tilsamans 147 íbúðum eru í gerð á 10 støðum, og umleið 30 ymiskar verkætlanir við umleið 500 íbúðum afturat eru undir fyrireiking.


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo