Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkætlanin ikki optimal, men okkurt má henda

John William Joensen

Orðaskifti í bygginevndini er harðligt sæst av fundarfrágreiðing frá 6. februar. Umboði hjá Heilsumálaráðnum spyr nevndina um tey ætla at steðga ella gjøgnumføra projektið. Hann hevur varhugan av at starvsfólkini eru nøgd og spyr um starvsfólkini eru samd við yvirlæknan. Sjúkrahússtjórin vísir á at starvsfólk vóru væl nøgd við kunning um verkætlanina. Fyristøðukvinnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið svarar at eingin av starvsfólkunum sum arbeiða saman við Jákup Petersen halda hetta verða optimalt. Sjálv sigur hon at hetta heldur ikki er ideelt – men hon ynskir at arbeiði verður sett í gongd.

Yvirlæknin sigur at hann hevur lovað ikki at vera ímóti at farið verður í gongd við seingjadeildina. Hinvegin vil hann hava myndugleikarnar uppí tá farið verður í gongd við skurðdeildina, t.d. landslæknan og sunhedsstyrelsen.

Umboðið fyri Heilsumálaráði spyr síðani yvirlæknan um tað er vanligt at heilsumyndugleikarnir/sundhedsstyrelsen er við í samband við bygging, tí sjálvur er hann partur av bygginevndini fyri Landssjúkrahúsið og har hava heilsumyndugleikarnir als ikki verið við í viðgerðini, stendur í fundarfrásøgnini.

Bygginevndin undir politiskum trýsti

Á fundarfrásøgnunum sæst at byggibólkurin arbeiðir undir ávísum politiskum trýsti.

Á fundinum 6. Februar í ár vísir sjúkrahússtjórin til ein fund sum bygginevndin hevur havt við Karsten Hansen í 2013.

….landsstýrismaðurin gjørdi bygginevndini greitt at arbeiði skal verða liðugt í 2014…..

Umboði fyri Heilsumálaráði vísti á at landstýrismaðurin hevði álagt bygginevndini og Landsverk at fyrihalda seg til verklagslógina, sum er fortreytin sum løgtingið hevði givið.

Lána list

Tá fundurin er um at verða liðugur verður spurt um nakað er avsett til list, tá arbeiði er liðugt.

Umboði fyri Landsverk vísir á at vanliga eru 1,5% avsett til list, men umboði fyri Heilsumálaráði vísir á at til ber hjá sjúkrahúsinum at lána list.

Niðurstøðan av fundinum er at arbeitt verður við fullari ferð víðari á 5. Hædd, samstundis sum arbeitt verður víðari við at tekna 4. Hædd. Heilsumálaráði skal samstundis kanna um Heilsumyndugleikin skal góðkenna.

Kunnað verður um at arbeiði byrjar 1. Mai.

Verandi karmar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eru úrslit av bygging frá 1960 og 1988.

LES EISINI:

Yvirlækni mælir frá at seta arbeiði í gongd

Byggja eftir standardum sum vóru galdandi í 50unum