Í einum fólkaræðisligum samfelag mugu allir samfelagsbólkar vera umboðaðir á tí tingi har, ið avgerðirnar vera tiknar. Hetta er neyðugt so áhugamálini hjá øllum vera røkt og vard, tá landsins lógir vera smíðaðar.
Vit mugu bert ásanna at fleiri samfelagsbólkar als ikki hava umboðan á Løgtingi í dag. Vit kunnu spyrja hvussu nógv verkafólk sita á tingið ? Hvussu nógv uttan hægri útbúgving ? ella kanska pensjónistar ?
Fyri veruliga at kunnu umboða ein samfelagsbólk er neyðugt tú sjálvur er í hesum bólki. Hvussu skal tú annars veruliga kenna teirra kor ?
Eg umboði arbeiðarastættina og skilji støðuna hjá arbeiðsmanninum. Tað er sera umráðandi fyri okkara stætt, at áhugamál arbeiðaranna vera hoyrd og kunnu vinna frama. Alt ov leingi hevur løgtingið smíðað lógir uttan atlit til áhugamál verkafólksins. Førdi politikkurin hevði ikki hendan sum málbólk og hetta hava verkafólk merkt og tolt alt ov leingi. Hetta kann eg siga tí eg kenni tað frá fakfelagslívinum har eg eri virkin.
Á ávøkstrinum skal tú træðið kenna, stendur skrivað. Vit mugu bara staðfesta at í hesum valskeið var ongin ávøkstur til tey við lágari inntøku. Skattalættin fevndi ikki um um hesi. Tann stjórn sum hevur sitið, hevur als ikki tænt verkafjøldini, men heldur vinnuligum áhugamálum og teimum vælbjargaðu.
Verkafólk fingu verri trygd á arbeiðsplássinum, tá arbeiðseftirlitið bleiv skert. Fátøk og einligar mammur við børnum fingu ongan styrk, tá slíkt lógaruppskot var felt í tinginum. Pensjónistarnir blivu brand skattaðir upp til 40 % av eftirlønini. Hvørjum áhugamálum hevur henda samgonga tænt ? í øllum førum ikki hesum samfelagsbólkum.
Tá eitt træ ikki ber frukt, so skal tað vera høgt niður. Hesir valdsharrar sum hava siti lata seg ikki ávirka av samhaldsføstum hugsanum ella sakligum grundgevingum. Teir skilja eitt og tað er vald. Nú er teirra valskeið úti og valdið er hjá fólkinum, sum kann steðga hesum politikki.
Vel eitt umboða sum kennir korini hjá verkafólki og hevur hjartalag fyri teimum samfelagsbólkum við smáum korum. Hesi sum við sínum hondum vinna til dagin og vegin, halda landinum uppi, men tó ongan lut fingu í skattaveitsluni, men eiga tó lut í upptakinum.




