Viðvíkjandi samráðingum um sáttmálar fyri yvirmenn við Strandfaraskipum Landsins – Semingsstovnurin hevur nú boðað frá, at hann gevst við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin. Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall. Verkfallið byrjar um 48 tímar frá kl. 17 í dag at rokna.
Viðvíkjandi samráðingum um sáttmálar fyri yvirmenn við Strandfaraskipum Landsins – Semingsstovnurin hevur nú boðað frá, at hann gevst við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin.Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall.Verkfallið byrjar um 48 tímar frá kl. 17 í dag at rokna.
Hettar skrivar heimassíðan hjá Maskinmeistarafelagnum.
Eingin ivi er um at hetta rakar hart í Sandoynni og Suðuroynni.




