Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkfallið heldur fram

John William Joensen

Semingsroyndirnar slitnaðu í nátt, og verkfallið heldur fram

Um eitt-tíðina í nátt legði semingsstovnurin eitt uppskot fyri partarnar, sum arbeiðsgevararnir góðtóku. Arbeiðarafeløgini vrakaðu uppskotið. Tey høvdu ikki verið í verkfalli í 14 dagar fyri 67 oyru.

Semingsuppskotið í nátt líktist tí fyrra, sum arbeiðarafeløgini eisini vrakaðu.

Arbeiðarafeløgini siga, at semingsstovnurin leggur ráð saman við Arbeiðsgevarafelagnum.

Høgni Høgnesen, semingsmaður og Suni Schwartz Jacobsen, vara-semingsmaður boðsendu næstformanninum í Føroya Arbeiðsgevara-felag Kristoffur Laksá, at leggja ráð saman um hvussu fakfeløgini skuldu tvingast at gera semju.

Tá arbeiðsgevarafeløgini longdu høvdu góðtikið semingsuppskotið og semingsmenninir sjálvir søgdu, at teir nú skulu umrøða møguleikan fyri at senda semingsuppskotið út til uratkvøðugreiðslu millum limirnar hjá fakfeløgunum, so er greitt at Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen tilvitað hava latið næstformannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag verið við í innanhýsis viðgerðini í semingsstovninum, um hvørt seminggsuppskotið skuldi sendast út til uratkvøðugreiðlsu.

Tað er tí ikki semingsstovnurin, men Arbeiðsgevarafeløgini saman við semingsstovninum, sum tykjast skula taka støðu til um ein hin mest ódemokratiska atkvøðugreiðslan, sum ein kann hugsa sær, skal brúkast ímóti fakfeløgunum.

Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen hava við hesum avdúkað, at teir ganga ørindi fyri arbeiðsgevarasíðuna, og beinleiðis leggja ráð saman við arbeiðsgevarasíðuni, tá semingsroyndirnar fara fram.

Slíka framferð góðtaka fakfeløgini ikki, og tey átala harðliga, at semingsstovnurin ikki røkir uppgávu sína á ein sakligan og virðiligan hátt, siga arbeiðarafeløgini.