Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkfallið rakar eisini handlarnar: Køludiskarnir tømast

John William Joensen

Verkfallið ger at handilshyllarnar í Klaksvík gerast alsamt tómari. Í Bónus var næstan eingin viðskeri eftir í køludiskunum og tey í Bónus kundu eins og hinir handilarnir í Klaksvík ikki siga nær næsta sending av handilsvørum kemur.

Tey sum starvast í Bónus, siga at fólk taka støðuna óguliga róligt.
Elpir og toilettpapír er sjálvandi útseld, men um verkfallið verður fleiri vikur fara, eisini aðrar vørur at ganga undan.
”Eitt nú er rift um blæðurnar. Vanliga plaga fólk at keypa blæður eftir stødd og snið, men nú spyrja tey als ikki eftir hesum, -bara tað er ein blæða, so skullu tey hava hana.”
Annars sigur stjórin í Bónus at tey hava eina fitta goymslu av blæðum.