Árliga jólasølan hjá varda verkstaðnum á Brekku verður leygardagin 24. nov.
Árliga jólasølan hjá varda verkstaðnum á Brekku plagar at vera væl vitjað, og neyvan verður árið í ár nøkur undantøka.
Verkstaðið á Brekku hevur havt søluátøk av og á av pyntilutum, brúkslutum og øðrum, sum brúkararnir av varda verkstaðnum hava gjørt. Umframt jólasøluna so hevur Verkstaðið verið við á Sjómannadegnum og øðrum tiltøkum.
Undirtøkan hevur verið sera góð til hesi átøk, sigur Elin Nora Reines, leiðari á Verkstaðnum á Brekku. Tað at við hava havt smá søluframtøk av og á, hevur eisini gjørt, at fólk sum hava havt eitthvørt tilknýti til stovnin og hava vita um tað, vit gera her, títt og ofta hava vent sær til verkstaðið og keypt eitthvørt. Tí er avgjørt at vit, so skjótt tiltakið við Jólasøluni er av, fara at lata upp egna sølubúð, sum verður opin alt ári, og sum vit kunnu framleiða til, alt eftir orku og tørvi.
Sølubúðín verður í bygniginum har vit annars halda til á Brekku leygardagin 24 nov frá kl. 10.00 til k. 16.00, sigur Elinora á enda.




