Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verndareinglar vísa veg

John William Joensen

Hetta til jóla ber til at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða brúktir av fólkum, sum virka sum verndareinglar sum býta út ókeypis endurskin. Tað vil siga, at tey sum skipa fyri, sjálvi fáa fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin.

Hetta til jóla ber til at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða brúktir av fólkum, sum virka sum verndareinglar sum býta út ókeypis endurskin. Tað vil siga, at tey sum skipa fyri, sjálvi fáa fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin.

Nýggir hondseymaðir veingir

Í ár eru nýggir veingir sniðgivnir av Lailu av Reyni, og seymaðir av næmingum hennara á Tekniska skúla (deildini Sniðgeving). Talan er um bæriligar og vakrar veingir. ”Í fjør høvdu vit hetta sama átakið, og tað var sera væl móttikið. At kalla øll veingjapørini vóru úti kring landið allar dagarnar. Hetta var til alskyns tiltøk so sum tendring av jólatrøum við býráðspolitikarum sum einglar; jólaveitslum í skúlum ella bara har foreldur ella skúlastýri vóru kring skúlan ein vetrarmorgun í jólamánaðinum, tá næmingarnir møttu,” sigur RFF.

Endurskin síggjast 140 metar burturfrá

Ofta halda fólk, at um tey síggja bilin, sær bilførarin tey. Men hetta er ikki rætt – í myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu, um tey ikki eru í endurskini. Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metrar burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjónlig 140 metrar burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munur millum lív og deyða. Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 85%, um tú brúkar endurskin.

Ljós í myrkri

”Vit eru sannførd um, at tey flestu fegin vilja brúka endurskin, men at fólk ofta gloyma tað. Tí vilja vit minna fólk á endurskin á nýggjan hátt við hesum einglunum. Veingirnir eru stórir og bæriligir, og vit vænta, at verndareinglarnir fara at geva tiltøkum ein góðan dám. Verndareinglar hóska sera væl til jólatíðina og ljósið í myrkrinum,” metir Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Bílegg frá RFF

Fyriskiparar, ið vilja lána veingir og fáa endurskin at býta út, kunnu ringja til Ráðið fyri Ferðslutrygd á telefon 217400 ella skriva til birna@rff.fo. Í Suðuroy er tað deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, ið umsitur veingir og endurskin. Suðuroyingar kunnu skriva til tvoroyri@trygging.fo ella ringja telefon 345667. Fyriskiparar hava sjálvir ábyrgd av at heinta veingir, taskur og endurskin og at bera tað aftur. Endurskinini eru frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Tórshavn 28. november 2013

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Brynhild Høgnadóttir, telefon 220064