Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vesper – kvøldsangur – í Christianskirkjuni

Prestur

Hóskvøldið 17. oktober kl. 19.30 verður ein serstøk guðstænasta í Christianskirkjuni.

Hóskvøldið 17. oktober kl. 19.30 verður ein serstøk guðstænasta í Christianskirkjuni. Menninir, sum syngja í dreingja- og manskórinum við dómkirkjuna í Roskilde koma at framføra.

Í hesum kórinum eru 50 sangarar. Av hesum eru 35 dreingir, sum syngja sopran og 15 menn, sum syngja hinar kórstemmurar – bas, tenor og alt. Menninir í kórinum syngja eisini einsamallir sum eitt manskór og tað eru teir, sum eru komnir til Føroya við kórleiðaranum Finn Evald. Hann fer saman við sangarunum, presti Hanus á Gørðum at standa fyri tí, sum vanliga verður kallað “Vesper” ella “Kvøldsangur” í kirkjuni.

Vesper stavar frá tí tíðini, har tíðarbønir vóru vanligar í kirkjuni og sum nú á døgum enn verða hildnar í kleystrum og í einstøkum kirkjum. Hugtakið fevnir um, at fastar tíðarfestar guðstænastur vóru hildnar gjøgnum dagin við lestrum, bønum og sangi. Ein av teim átta tíðarbønunum var kvøldsangurin – Vesper, sum er tann av tíðarbønunum, sum oftast verður hildin í dag, eisini í til dømis í Onglandi undir navninum Evensong.

Í liturgisku guðstænastuni er eingin prædika, men bíbliulestrar, bønir, trúarjáttan, sálmasangur og kórsangur, sum eisini fevnir um sokallað responsoriir (aftursvar), har liturgurin og kórið skiftast at syngja – ella svara hvørjum øðrum.

Nágreinilig skrá verður prentað til høvið, so lættari verður hjá kirkjuliðinum at fylgja við gongdini.