og hevur einki løgfrøðisligt grundarlag fyri at geva tænastumannaboð um starvsetanir umborð á Smyrli, sigur ein sera avgjørdur Bjørn á Heygum
Norðlýsið hevur lagt øll skjøl í málinum um umstríddamálið viðvíkjandi starvssetan umborð á Smyrli fyri Bjørn á Heygum Advokat.
Fíggjarmálaráði skal geva loyvi
– Tá fíggjarmálaráðið avgjørdi at geva alment løntum møguleika at halda fram í starvinum eftir, at tey vóru fallin fyri starvsaldrinum, varð eitt rundskriv sent runt til allar ráðharrastovurnar hjá landinum.
– Í hesum rundskrivinum stendur svart uppá hvítt at arbeiðsgevari, sum hevur sagt starvsfólki upp vegna 67 ára aldur, og vil taka uppsøgnina aftur, skal søkja Fíggjarmálaráði um loyvi.
– Her hevur stjórin á Strandferðsluni handlað rætt og søkt fíggjarmálaráði um loyvi til at lata skipararnar á Smyrli halda fram í starvinum – hóast teir vóru uppsagdir áðrenn rundskrivið varð sent út.
– Men fíggjarmálaráði ger greitt at skipararnir lúka ikki treytirnar fyri at sleppa at halda fram í starvinum og hetta greiða svarið verður endurgivið fleiri ferðir – eisini í beinleiðis samskiftið við Jacob Vestergaard.
– Men eftir at Fíggjarmálaráði hevur noktað fyri at geva skiparunum á Smyli loyvi til at halda fram í starvinum – gevur landstýrismaðurin í Innlendismálum beinleiðis tænastumannaboð til stjóran á strandferðsluni, um at seta teir í hálvtíðar starv og at siga teir nýggju skipararnar úr starvið aftur.
– Eg eri ikki í ivað um at her hevur landsstýrismaðurin handlað í stríð við tað rundskriv, sum fíggjarmálaráði hevur sent runt og við sínar heimildir sum landsstýrismaður.
Skipararnir kunnu ikki halda fram
Bjørn á Heygum advokatur er avgjørdur um, at eingin ivi er um at vera gomlu skipararnir á Smyrli settir í hálvtíðarstarv eftir at teir eru falnir fyri aldursmarkinum – so er tað í stríð við fyrisitingarreglurnar og treytirnar í rundskrivinum frá Fíggjarmálaráðnum.
– Grundarlagið hjá landsstýrismanninum í Innlendismálum vísir seg ikki at vera í lagið og enn hava vit einki sæð til nakrar grundgevingar frá landsstýrismanninum.
– Landsstýrismaðurin hevur bara givið boð um hvat skal gerast – men hevur ongantíð – hvørki yvir fyri fyrrverandi stjóranum á Strandferðsluni ella almenninginum, lagt nakrar grundgevingar fyri dagin!
– Hetta er óhoyrt og sera løgið!
Álvarsmál fyri landsstýrismannin
Bjørn á Heygum, advokatur, sigur at eingin ivi er um at Regin Vágadal hevur hildið seg innan fyri tær reglur sum hann sum stjóri á Strandferðalsuni hevur skyldu til.
– Tað er heldur eingin ivi um at Jacob Vestergaard leggur seg beinleiðis út í starvsfólkaviðurskifti, sum annars beinleiðis liggja undir stjóranum á Strandferðsluni.
– Tað er rætt at landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki í hesum málinum, og hann kann sum landsstýrismaður rættleiða stjóran um hann hevur gjørt nakað skeivt.
– Men minstakravið tá er at landsstýrismaðurin grundgevur gjølla fyri sínum sjónarmiðum – men tað hava vit enn einki sæð til í hesum málinum.
– Tað er álvarsamt at landsstýrismaðurin áleggur stjóranum á strandferðsluni at taka eina avgerð sum hann greitt hevur fingið boð um ikki er røtt fyrisitingarliga.
– Eg má siga at boðini frá landsstýrismanninum eru eisini fíggjarliga ábyrgdarleys, tí her vera persónar, sum strandferðslan hevur sett í starv uppsagdir – og fer hetta uttan iva at útloysa fíggjarligar skyldur fyri tað almenna.
– Í øllum førum kunnu vit siga at Regin Vágadal hevur handlað eftir bókini og eg haldi ikki at hann hevði nakra orðsøk til at siga seg úr starvið – men átti heldur at hildið fast um sína avgerð.
– Tað er heilt greitt at landdstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir sum landsstýrismaður og trupult er at skilja framferðarháttin hjá Vestergaard.




