Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard: Myndugleikar kunnu tosa saman

John William Joensen

JACOB VESTERGAARD: Tað er rætt, at eygleiðarar hjá Vørn ikki hava nakrar skyldur yvirfyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Annars skulu vit vísa á, at bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava gott samstarv við aðrar myndugleikar, herundir eisini Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Norðlýsið spurdi landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um málið viðvíkjandi fiskiskapinum hjá Phoenix á Flemish Kap: Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskiveiðueftirlitinum umborð og sá tað sum gekk fyri seg,men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvsstovuna.Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskiveiðueftirlitinum umborð og sá tað sum gekk fyri seg.Men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvsstovuna.HEVUR FISKIMÁLARÁÐIÐ ella landstýrismaðurin eina viðmerking til hetta – og halda tit tað verða í lagi at myndugleikar ikki hava til uppgávu at samstarva?

JACOB VESTERGAARD: Tað er rætt, at eygleiðarar hjá Vørn ikki hava nakrar skyldur yvirfyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Eygleiðarar hjá Vørn hava ongar heimildir eftir matvørulóggávuni og hava heldur ongar førleikar til at meta um, hvør viðurskiftini umborð á fiskiskipum eru í samsvari við treytir settar sbrt. matvørulóggávuni. Um ein myndugleiki sær, at tað kunnu verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við lóggávu, sum annar myndugleiki umsitur og hevur ábyrgd av, so ber væl til at boða frá til rætta myndugleika, so hesin kann taka mál upp. Fiskimálaráðið leggur seg ikki úti um ella undir hvørjum umstøðum Vørn skal boða frá til aðrar myndugleikar. Annars skulu vit vísa á, at bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava gott samstarv við aðrar myndugleikar, herundir eisini Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.