Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard: Vit broyttu málsviðgerðina longu í 2013

John William Joensen

Samanumtikið fari eg at geva Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaring og viðgerð av hesum máli, skrivar LUM í samband við at 5.000 tons av makreli í 2012 vóru latin ídnaðarskipum. Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum staðfestir at hesi árini fleiri 100.000 tons av makreli eru býtt út var alt so nýtt í 2012 og tá var beinanvegin harður kritikkur av avgerðini at lata 5.000 tons til ídnaðarskip. Vit tulkaðu lógina ørvísi enn LUM nú gerð og tað mugu vit taka til eftirtektar.

– Harafturat verður funnist at arbeiðsháttinum í samband við notatskyldu og annað hjá politiska fylgibólkinum sum stóð fyri býtinum, og her hava vit eisini í 2013 gjørt broytingar soleiðis at vit í dag hava fastar mannagongdir.

Sum eg lesi niðurstøðuna hjá LUM so er hon grundleggjandi ósamd í háttinum sum ráðið tulkar lógina í samband við tá loyvir verða givin.

Her í húsinum hevur grundreglan verið at eitt skip er eitt skip til tað hevur eitt fiskiloyvi, sum ásetur hvat skipið kann fiska. Tvs. at reint juridiskt er einki sum eitur línuskip ella ídnaðarskip, men einans skip sum hava loyvi at fiskað hetta ella hatta fiskaslagið.

– Men sambært LUM er eitt ídnaðarskip sum ikki hevur nakað fiskiloyvið, framhaldandi eitt ídnaðarskip, og hesa tulking mugu vit so taka til eftirtektar, sigur Landstýrismaðurin í stuttari viðmerking.

Niðurstøðan hjá honum er at landsstýrið og Fiskimálaráðið annars høvdu tikið kritikkin sum LUM førur fram av tilgongdini til býti í 2012 til sín og broyttu mannagongd og kunngerðina í samband við tilgongdina tá  býti varð framt í 2013.