Ein vælupplagdur 3. flokkur úr Vestmanna Skúla var á vitjan á Norðlýsinum ímorgun.
Hetta er tíðin tá skúlaflokkar aftaná strævnan vetur fara kring um í landinum at vitjað og uppliva landið saman og tað má sigast vera ein góður skikkur.
3. flokkur í Vestmanna valdi at fara til Norðoyggjar og tey hava búð í húsunum hjá SEV norðuri á Strond. Tá tey vitjaðu Norðlýsið ímorgun søgdu tey okkum, at tey higartil høvdu havt ein fínan túr og at tey høvdu vitjað millum annað svimjihøllina og Føroya Bjór.
Tey søgdu eisini eftir lítla rundvísing á Norðlýsinum at portalurin hjá Norðlýsinum skuldi heilsa í Vestmanna og siga at teimum longdist als ikki heim enn.




