Góða veðrið seinastu dagarnar hevur verið, tí eitt máttmikið hátrýst hevur ligið júst um okkara leiðir. Hátrýstveður er vánliga gott við lítum vindi og lítlum avfalli. Lágtrýstveður er vanliga tað øvugta: vindur og regn. Tað kenna vit so væl til her í Føroyum.
Miðdepilin í hátrýstinum, sum hevur givið okkum hetta góða veðrið, hevur ligið beint eystan fyri okkum í nakrar dagar, men tað flytur seg nú spakuliga í ein útsynning suðurvestur um Føroyar. Samstundis minkar eisini megin í tí spakuliga. Tí er ættin broytt her hjá okkum – suðurættin lá í nakrar dagar, nú kemur vindurin vestaneftir, og sum dagurin líður fer ættin at flyta seg upp ímóti norði. Vindferðin fer at liggja ímillum 2 og 5 m/s, tað fer at vera turt í allan dag. Í morgun er samdrigið, men sum dagurin líður fer at gerast klárari.
Hóast broytingina í ætt er enn talan um luft, sum stavar úr einum øki yvir Stórabretlandi.
Hitin í dag fer at liggja um 6 stig.
Næstu dagarnar fer hátrýstið longur burtur frá okkum. Vindurin verður ikki tann stóri í vikuskiftinum – fer at liggja ímillum 5 og 8 m/s. Ættin fer at liggja eittt sindur báðumegin vestan. Fyri tað mesta fer at vera turt, men tað fara at vera løtur við avfalli. Meiri um tað seinni.




