Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vesturvón á veg heim – fekk 50.000 Nkr. í bót

Oliver Joensen

Í Rættinum í Tromsø váttaði skiparin á Vesturvón at hann hevði gjørt eitt mistak og sluppu teir við eini bót til skipið uppá 50.000 Nkr og eina til skiparan uppá 6.000 Nkr. Í dag kl. 13 norska tíð fór Vesturvón úr Noregi og beinleiðis til Føroya.

Tá Vesturvón fór í russiskan sjógv at fiska henda túrin, søgdu teir frá á einum sokallaðum "kekkpoint" hvar teir vóru á veg, men fingu ikki fatur á norsku kystvagten.
Tá Vesturvón so nú kemur aftur úr russiskum sjógvi verður hann tikið tá hann kemur inn í Båtsfjørðin og stevndur fyri rættinum í Tromsø. Her fall dómur ímorgun. Reiðaríðið og skiparin tóku við dóminum og skipið kundi halda leiðina fram til Føroya. Vesturvón hevur 800 tons av flaki í lastini, nú hann kemur heim.

Harleyfacadeacryl