Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vetrarhálvárið byrjar so smátt: Sunnudagsskúlin í Betesda byrjar aftur sunnudagin

John William Joensen

Nú sunnudagin tann 19. august 2007 byrjar sunnudagsskúlin í Betesda aftur eftir summarsteðgin. Sunnudagsskúlin er hvønn sunnudag frá kl. 12:30 til 13:30.

Sunnudagsskúlin í Betesda boðar frá, at nú skúlarnir byrja eitt nýtt skúlaár, byrjar sunnudagsskúlin í Betesda eisini aftur nú sunnudagin kl. 12:30.
Tey boða eisini frá, at tað væl umtókta Barna-OL verður í KÍ-høllini sunnudagin tann 2. september 2007.
Nærri verður lýst seinni um hetta tiltakið, sum væntandi byrjar í KÍ-høllini kl. 13:00 og verður meginpartin av seinnapartinum. Ætlanin er eisini at hava eitt evangeliskt møti í KÍ-høllini tað sama kvøldið