Sunnumorgunin boðaðu nakrar kvinnur frá gongufelagnum frá, at arbeiðisskúrurin í Skúvadali var farin av vindi, og at har tí lá ymiskt og fleyt umkring, ið kundi vera at ampa fyri húsið. Kvinnurnar vóru farnar gongutúr eystur á fjøllini sunnumorgunin.
Beinan vegin var skipa fyri at fara eystur at taka upp. 11 mans fóru við tyrluni beint eftir døgurða sunnudagin, og tá komið var út ímóti nátturðatíð, var væl ruddað har eysturi. Sumt var tikið inn í nýggja húsið, ímeðan annað var brent. Loyvi at brenna bál er fingið frá býráðnum ímeðan byggingin er farin fram.
Nú er so snøgt og ruddiligt rundan um húsið. Tó var stilladsið ikki tikið niður, tí menn standa fyri at fara eystur at brenna seinasta lagið av tjørufilt niður á takið.
Annars er ætlanin at fara eystur í arbeiðisørindum einar fýra leygardagar afturat, her er serliga brúk fyri handverkarum, men sjálvandi eisini okkum øðrum, sum kunnu dugnað teimum.




