Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vetrarljós 2015

Tíðindaskriv

Tiltakið Vetrarljós verður í miðbýnum í Havn leygardagin 7. februar. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri átakinum, og ætlanin er, at Vetrarljós skal verða árliga afturvendandi.

Tiltakið Vetrarljós verður í miðbýnum í Havn leygardagin 7. februar. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri átakinum, og ætlanin er, at Vetrarljós skal verða árliga afturvendandi.

Tónleikur verður í býnum frá klokkan 16.30 til klokkan 21.

Skrá:

16.30 Jens Marni Hansen: Maria Poulsen
17.00 Høgni Reistrup: Kommunuskúlin
17.30 Kata: Guðrun & Guðrun
18.00 Ave: Býráðssalurin
18.30 Tvey av Kamarinum: H.N.Jacobsens Bókahandil
19.00 Bárður Johannesen: Snarskivan
19.30 Kári Sverrison: Degnshús
20.00 Xperiment: Sirri
20.30 Døgg Nónsgjógv: Kaffihúsið

Vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars. Somuleiðis er skoytubreytin ljóspprýdd við ymsum litum, og møguligt verður at royna síni kynstur á vøllinum afturvið tónleiki úr hátalarunum. Skoytubreytin er opin til klokkan 22, og bjóðar ókeypis kakao.