Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veturin roynist illa til veður hjá farmaskipunum

John William Joensen

Í dag liggur Victoria VI hjá Smyril Line í havnini í Lerwic og umlastar dekslastina sum forskeyt seg í ódnarveðrinum

Victoria hevur havt eina langa ferð úr Hanstholm til Føroya.

Sambart Smyril Line fór hon úr Hanstholm Fríggjamorgunin men tá komið var upp móti Hetlandi brast hann á við ódnarveðrið og dekslastin forskeyt seg.

Tí tók skiparin avgerð um at sigla inn í Lerwic har skipið nú verður umlastað.

Frá Smyril-Line verðru sagt at avgerð ikki er tikin um nær Victoria fer úr Lerwic og at talan er ikki um stórvegis skaðar.