Vegna veður byrjar kappingin í Gundadali millum liðini í Effodeildini ikki kl. 13.00.
Vegna veður byrjar kappingin í Gundadali millum liðini í Effodeildini ikki kl. 13.00.
Venjarafelagið sigur í morgun, at kappingin er útsett í tveir tímar vegna veður. Sostatt byrjar hon kl. 15.00. Vindurin minkar út á dagin, og tað er orsøkin. Í kvøld vera heilt góð líkindir, so tá verður serliga Tórsvøllur við sínum góðu ljósum væl egnaður til dystirnar. Finalan verður eisini spæld á Tórsvølli.




