skemtaði forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum saman við formanninum í Føroya Banka, Jóhan Páll Joensen, var til morgunmatarborði hjá Norðoya Sparikassa.
Umleið 1500 fólk høvdu leita sær til kaffiborði uttan fyri høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa í morgun.
24. september verður Norðoya Sparikassi 85 ár og í tí sambandinum var skipa fyri móttøku undir opnum himli.
Á pallinum vóru m.a. Klaksvíkar Hornorkestur, Gunnar Mikkelsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Petsi Tvørfoss, Brandur Enni, Arnfríð Lützen og Mása Tróndheim og sjálvandi vitjaði Silvi eisini.




