Forsíðumyndin á hesi bók er tikin um leið 1870. Hon sýnir skipasmiðju á Van Ostens Plads, Christianshavn. Skipið, vit síggja, var í síni tíð høgt í metum um okkara leiðir. Tað koma vit aftur til. (Mynd: Handels- og Søfartsmuseet, Helsingør).

Áður fór allur farmaflutningur fram við seglskipum. Siglingin var sera óreglulig, bíðast mátti eftir vindi. Ferðaætlan var eingin, skipaður ferðafólkaflutningur heldur eingin. Skuldi maður av landinum, mátti hann taka møguleikan, tá ið hann beyðst.
Í 1856 fór kongaligi einahandilin í søguna, og føroyingum stóð frítt at fara, hagar hugurin stóð, ella evnini rukku. Guvuskipið Victor Emanuel (myndin) fór at sigla rutuna Danmark-Skotland-Føroyar-Ísland.
17. apríl 1858 fór Victor Emanuel á fyrsta sinni úr Keypmannahavn til Føroya, og hóast lagt varð at í Leith í Skotlandi, var tað longu á Havnini 24. apríl 1858. Hetta var stórt framstig.
Victor Emanuel var smíðað á Clyde (Glasgow) sama árið og var 364 bruttotons. Tað broytti árið eftir navn til Arcturus. Hin 1. januar 1867 fór hetta skipafelagið saman við øðrum í ta nýggju sameindu reiðarafyitøkuna DFDS.
Á ferð úr Keypmannahavn til Danzig í Póllandi hin 5. apríl 1887 var samanstoytur úti fyri Falstebo í Suðursvøríki, og Arcturus sakk. Øll manningin varð bjargað.