Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Victor Valdes til Liverpool

Jákup Ósá

Liverpool fær eftir øllum at døma ein nýggjan málverjan innan stutta tíð.

Liverpool fær eftir øllum at døma ein nýggjan málverjan innan stutta tíð.

Guillem Balague er spanskur fótbóltsviðmerkjari hjá m.a. Sky Sports. Hann hevur góð sambond til flest av sponsku feløgunum. Og nú boðar hann frá, at fyrrverandi Barcelona málverjin Victor Valdes, sum í løtuni er uttan sáttmála, er komin ásamt við Liverpool um sáttmála. Valdes er í løtuni skaddur og tað er bara læknakanningin, sum kann standa í vegin fyri einum skifti til Liverpool, sambært Balague. 
Valdes væntast at vera klárur at spæla aftur um ein-tveir mánaðir og tað verður roknað við, at Valdes ger sáttmála við Liverpool í oktober.
Sjálvur metir Balague, at Valdes passar væl til Liverpool og uttan iva verður fyrsti málverji innan stutta tíð, frá tí hann kemur fyri seg og um hann kemur heilt fyri seg eftir skaðan, sum hann hevur havt síðani í mars mánaða.
Valdes er 32 ár. Hann eigur metið sum málverjin hjá Barcelona, sum hevur spælt flestar dystir fyri felagið.