Soleiðis sá miðbýurin í Klaksvík út í gjár frá tyrluni hjá Atlants flog. Í gjár var Norðlýsið fyri fyrstu ferð ein sera stuttan túr yvir miðbýnum við spildur nýggju tyrluni hjá Atlants Flog.
Vit hava verið nógvar túrar við gomlu tyrlunum, men hendan nýggja er eitt stórt fet hjá okkara flogfelag rætta vegin. Á tyrlupallinum skipaði Gunnar fyri og við stýripinnin í tyrluni sat Andrias Mouritsen.
Av ymiskum orsøkum kundu vit ikki hava síðuhurðina opna á tyrluni ímeðan vit flugu kring um í miðbýnum, tað sæst sjálvsagt aftur á myndunum, men tó er forkunnugt at síggja broytingarnar, síðani vit seinast høvdu myndir frá hesum vinklinum.
Um tyrluna er at siga, at tað er sum at fara av gamla “Másanum” og umborð á Smyril, um vit skulu sammeta komfortin umborð. Umframt at tyrlan er nógv størri enn tær gomlu, so er nógv gjørt burturúr komfortinum innan, tað er sum at sita í einum rættuligum flogfari. Afturat tí er nýggja tyrlan nógv meira ljóðdoyvd.
Tað skiltist eisini á flogskiparanum, at hann var sera væl nøgdur við nýggja amboðið. Andrias segði okkum, at hendan tyrlan er bygd júst til endamálið, sum hon verður nýtt til hjá okkum, tí er hon sera væl egna. Umstøðurnar hjá okkum, sum sita í stýrhúsinum eru eisini munandi betri, tú kanst nú sita í langa tíð og arbeiða her, uttan at tú kennir somu møði, sum tú mangan kendi í ryggi og vøddum, tá tú arbeiddi við gomlu tyrlunum. Jú, segði Andrias at enda, hetta er júst sakin og vit gleða okkum til vit fáa tað næstu tyrluna, sum vit vænta heilt skjótt.
Njótið myndirnar:




