Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við at samskipað urologiina tryggja vit sjúklingum bestu viðgerina í Føroyum

John William Joensen

Endamálið við at samskipað urologiina á teimum trimum sjúkrahúsunum er at tryggja sjúklingunum eina viðgerð sum er á hægsta stigið, samstundis sum vit brúka teir viðgerðarmøguleikar, sum í dag finnast á teimum trimum sjúkrahúsunum sum eru í dag á ein rationellan og skilagóðan hátt, sigur Jóhan Poulsen, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum hevur sett at hava evstu læknaligu ábyrgd av urologisku viðgerðini í føroyska heilsuverkinum.

Endamálið við at samskipað urologiina á teimum trimum sjúkrahúsunum er at tryggja sjúklingunum eina viðgerð sum er á hægsta stigið, samstundis sum vit brúka teir viðgerðarmøguleika sum í dag finnast á teimum trimum sjúkrahúsunum sum eru í dag á ein rationellan og skilagóðan hátt, sigur Jóhan Poulsen, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum hevur sett at hava evstu læknaligu ábyrgd av urologisku viðgerðini í føroyska heilsuverkinum.

Jóhan Poulsen er settur at verða yvirlækni fyri urologi í føroyska heilsuverkinum. Hann hevur breiðar og drúgvar royndir innan økið úr Danmark, Onglandi og Føroyum. Jóhan Poulsen hevur harumframt royndir sum visiterandi yvirlækni í Danmark.

Í tíðindaskrivið frá Heilsumálaráðnum verður sagt at uppgávan hjá ábyrgdarhavandi yvirlæknanum verður í fyrstu syftu at samskipa virksemið, t.v.s. gera avtalur við aðrar serlæknar, tilmæla hvat skal viðgerast innanlands/uttanlands og í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Í dag er urologisk viðgerð á øllum trimum sjúkrahúsunum og eftir fráboðanina frá Heilsumálaráðnum hevur ein ávís misnøgd verið og serliga hava nakrar ógvusligar politiskar viðmerkingar verið har ein ávísur ótti tykist verða um at endamálið er at niðurlagað virksemið og savnað alt á einum stað, men Jóhan Poulsen sigur tað sum hann er settur at arbeiða við ferð at menna viðgerðina á urologiska økinum samstundis sum teir ressursir sum í dag eru í føroyska heilsuverkinum verða samskipaðir og mentir.

-Eg havi trupult við at fyrihalda meg til tað sum politiskt verður ført fram har m.a. verður sett fokus á at vit í framtíðini ongar urologiskar skurðviðgerðir fara at fremja á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Sjálvar skurðviðgerðirnar er í dag umleið 5% av tí virkseminum, sum í dag er í samband við Urologi á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

– Roknast skal við, at tann opna, traditionella kirurgiin í urologiska spesialinum skjótt dettur burtur. Tað er bert heilt fáar indikatiónir eftir, har ein noyðist at gera opnan skurð í urologiini. Tað er tí neyðugt, at teir skurðlæknar, ið takast við hetta antin eru subspesialiseraðir á hesum øki ella í minsta fall ógvuliga royndir, áðrenn teir byrja at gera hetta sjálvstøðugt.

– Urologi er eitt lítið spesiali, men er tó eyðkent við tað, at ógvuliga nógvir sjúklingar hava trega ella sjúku innanfyri hetta økið. Eisini er urologiin kend við tað, at tann mesti aktiviteturin er innanfyri ambulant økið (ambulantar kanningar ella dagkirurgi). Bert fá krevja innleggjan og viðgerð á serdeild.
Fyri nøkrum árum síðani var serlæknaskipanin broytt, so at tað nú krevst, at sjúkur í landrás ikki longur hoyra undir almen kirurgi, men skulu viðgerast innanfyri urologiska spesialið burturav. Hetta hevur sostatt havt stórar umskipaniir við sær í danska sjúkrahúsverkinum, har urologiin í størri og størri mun, verður samskipað á urologiskum serdeildum.

– Fyri at føroyskir sjúklingar skulu fá eina haldgóða viðgerð, er tað sostatt neyðugt, at serlæknar koma til Føroyar við jøvnum millumbili. Urologi hevur í mong ár verið Klaksvíkar Sjúkrahúsi – (síðani l988), og síðani Jóhan Petur Davidsen fór av Landssjúkrahúsinum, hevur eisini verið konsulenttænasta har av serlæknum frá Skejby Sygehus.

Høvuðs endamálið er at allir føroyingar við sjúkum innanfyri urologi, fáa eina einsháttaða og evidensbaseraða viðgerð. Eisini fari eg at skipað fyri, at kommunulæknarnir í Føroyum við regluligum millumbili verða kunnaðir um evt. broytingar og nýggjar viðgerðarhættir. Øll urologisk viðgerð verður góðskutryggjað á nýmótans hátt og koordinerað evt. granskingar-aktivitet innanfyri spesialið. Arbeitt verður fyri, at mest møguligt innanfyri urologiska spesialið verður gjørt í Føroyum, og so lítið sum gjørligt verður sent uttanlanda. Av tí, ið sent verður uttanlanda, mugu vit tryggja okkum at hesar viðgerðir verða so skjótar, effektivar og við so lítið av spill-tíð sum gjørligt o.so.fr.

– Tær ætlanir sum fyriliggja færa at menna virksemið innan urologiina í Føroyum og nú tú spyrt um hvat virksemið verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið vanti eg at meira virksemið verður í Klaksvík, tí nú skullu allir sjúklingar til kanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og tað fer við tíðini at merkja at einar 2 til 3 sjúkrasystrar kunnu arbeiða fulla tíð einans við urologi, sigur Jóhan Poulsen, sum tó ikki vil gera viðmerkingar til politiska orðaskiftið.