Føroyskur tónleikur, hugni og undirhald verður aftur í hásæti á Oyrarbakka leygardagin tann 8. Juli, tá ið skipað verður fyri stóra uttandura tiltakinum “við Brúnna” á fjórða sinni.
Leygardagin tann 8. Juli verður skipað fyri árliga afturvendandi tónleikatiltakinum á Oyrarbakka. Nógvir føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá tíðliga á kvøldi til út á náttina. Harumframt verður café-tjald, dansur í Eydnuni og annað á skránni. Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni er í fokus. Á økinum ber til at keypa sær ein bita og okkurt leskandi afturvið. Tey fyrstu tónleikanøvnini verða kunngjørd í næstum.




