Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Djordjevic til Visiónina

John William Joensen

KÍ hevur undirskrivað eina tvey ára avtalu við Alexander Djordjevic, sum skal standa fyri endurnýgging av mest vinnandi liðnum í føroysku fótbóltsøguni

Kári Purkhús, stjóri í Kí, sigur at tað er eingin loyna at nógvar av gull kvinnunum hava spælt leingi og tí kann ein vanta eina ávísa útskifting í framtíðini.
– Tað skulu ungir leikarar spælast inn á liðið komandi árini og tí valdu vit at gera eina longri avtalu við venjaran.
– KÍ hevur nógv bestu gentudeildina í Føroyum og tí er nógv gott fólk at taka av. Vit eru sera væl nøgd við arbeiði hjá Djordjevic og tí er hann rætti maðurin at endurnýggja fremsta kvinnuhópin.