Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Djúpumýru

John William Joensen

Nú sær út til, at navnið Djúpamýra hevur fest seg til fótbóltsvøllin í Klaksvík, og er tað í lagi at vøllurin í Klaksvík eisini fær eitt tilnavn.

Tó er tað so, at tá navnið kemur fyri í Norðlýsinum, so verður tað sum oftast skrivað í Djúpumýru ella á Djupumýru, og kanska onkra hendingaferð við Djúpumýru.
Tað er týdningarmikið at fyrissitingin frammanfyri navnið er tann rætta.
Tí setti eg fyri tíð síðan eldri monnum av Uppsølum, í Gerðum og Vági framm tann spurningin, hvussu teir í teirra uppvøkstri kallaðu staðið har nú fótbóltsvøllurin er.
Sagt varð, at av Uppsølum var tað kallað at fara oman á Mýrarnar, og tað sama varð sagt í Gerðum, meðan tað í Vági varð kallað at fara yvir á Mýrarnar. Lagt varð aftrat, at har var so vátt, at lendið illa fekst brúkt til nakað, var ov vátt til at hava neyt og seyð gangandi har. Men tí tað var so vátt, so kom tað ofta fyri at bæði síl og állar úr Ósánni vóru at finna har í váttlendinum, so at smádreingirnir títt og ofta vóru har og fangaðu állar og síl. 

Tá ið eg so surdi hvar Djúpamýra var, varð ymist hvussu varð svarað.
Í Gerðum kallaðu tey tað Djúpumýra, tætt við har sum húsini hjá Linu í Gerðum stóðu, nakað vestan fyri har. Har var ein hylur, og lendið var ógvuliga vátt rundan um har. 

Bæði av Uppsølum og í Vági kundi teir siga, at tað sum tey kallaður Djúpumýru, var beint har sum húsini og verkstaðið hjá Tummas Thomsen er, kanska eisini har KFUM og –K er, haðani og suðureftir. Har var djúpt og vátt lendi, og var tað tað staðið sum tey kallaðu Djúpumýru. 

Enn er ógvuliga mýrukent lendi sunnanfyri har, tað sum enn liggur órørt.
Út frá hesum, sum eg havi fingið at vita, vil eg halda at um fótbóltsvøllurin í Klaksvík skal bera navnið Djúpamýra, so má tað hava fest fyrisitingina við uppí, tí Djúpamýra var ikki beint har sum vøllurin er.
Tí má navnið verða við Djúpumýru.

Jógvan Ravnsfjall