Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Norðlýsinum og Alex Sólstein: Páskaferð til London.

John William Joensen

Í prísinum: Flogferð aftur og fram * Hotell í 4 nætur við morgunmati * atgongd til London Eye * Vitjan á Natural History Museum * Atgongd til Westminister Abbey * Atgongd til St. Paul´s Cathedral * Atgongd til “Sound og Music” ella annan musical * 3 døgurðar á matstovu * Bussur til allar útferðir, rundvísing * Heildagstúrur til keypsskálan “Blue Water”

Avmarkað luttøka.

Bílegg á telefon 456285. Seinasta freist at tekna seg er 20. februar 2008.
Nær: 8-12 Apríl
Hvar: London
Prísur úr: 7.585.-
Íroknað er: 

—————–

* Flogferð aftur og fram 

* Hotell í 4 nætur við morgunmati 

* atgongd til London Eye 

* Vitjan á Natural History Museum 

* Atgongd til Westminister Abbey 

* Atgongd til St. Paul´s Cathedral 

* Atgtongd til "Sound og Music" ella annan musical 

* 3 døgurðar á matstovu 

* Bussur til allar útferðir, rundvísing 

* Heildagstúrur til keypsskálan "Blue Water"

Skrá: 

8. apríl
Fráferð Vágar kl. 09.00. Koma til London kl. 11.15. Sightseeing við steðgi á Natural History Museum og vitjan umborða á London Eye, áðrenn kekkað verður inn á Royal Natioal Hotel, 38-51 Bedford Way, London, WC1H 0 DG, ið er størsta hotellið í Miðlondon. Vit eta ein góðan døgurða á hotelinum ella tætt við.

9. apríl
Heildags útferð í London við donskum ferðaleiðara til Westminister Abbey, St. Pauls Carthedral o.a. Aftur á hotellinum kl. 15.00 og tíð er at gera seg kláran til kvøldið. Fráferð við bussi til Pre-Theatre til døgurða – 3 rættir. Farið verður til kenda sangleikin Sound of Music. Bussurin koyrir aftur til hotellið.

10. apríl
Heilan dag útferð til Dartford í Kent, har størsta handilscentrið í Evropa, Bluewater liggur. Bluewater hevur sermerktan bggihátt og liggur í eina kálkminu. Útsjóndin er ævintýralíknandi, og innan eru alskyns handlar og matstøð. Liggur tætt við tiltíku QE2 brúnna (www.bluewater.co.uk). Aftur á hotellinum uml. kl. 17.00. Døgurða á hotellinum ella tætt við.

11. apríl
Frídagur. Um áhugi er kunnu fólk tekna seg til ein túr eftir Themsen til Greenwich og aftur. Vitjan á sjófartssavninum og ikki minst á Observatorrinum við 0-meridianini.

12. apríl
Aftaná morgunmatin verður kekka út við fráferð til Standsted uml. kl. 10.30.