Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við raskari manning ber alt til

Norðlýsið

 Tað sigur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum, tá vit spyrja hann um hvussu vikuskiftið spældi av, nú ódnin leikaði í.

Tað byrjaði at ruska um miðdagsleitið, ella kanska um 11 tíðina sigur Finn Hansen víðari. Og tað leikaði í, tað var ikki við mýkindum. Illveðrið helt á líka til umleið kl. 23 í gjárkvøldi.

Sløkkiliðsstøðin í Klaksvík er høvuðssentrið tá so er, fólk ringja til 112 tá skaðar henda á hús og ognir og síðani fáa vit boð. Fyrimunirnir við at ringt verður til 112 er, at tey eru serkøn í at taka ímóti boðum frá fólki, ið kanska eru øðrkymlað tá tey ringja, tí tey júst hava verið fyri óhappi.

Tá boðini so koma til okkara, eru tey greið, og vit kunnu gera okkum eina meting um hvar neyðin er størst og síðani prioriterað vit eftir tí.

Vit hava sera gott fólk her á tilbúgvingini, umframt sløkkiliðsmenninar, so hava vit eisini fólk frá Bjargingarfelagnum.

Tá farið verður út til bústaðir ella virkir, har skaðar eru hendir, so royna vit at tryggja sum frægast ímeðan stormur er. Vit umvæla sjálvandi ikki, men royna at tryggja so mikið, at skaðin ikki gerst størri, og at leyst orsakað av skaða ikki fýkur á onnur hús, bilar ella aðrar ognir.

Í gjár vóru sera nógvur skaðar fráboðaðir, men tíbetur var talan í flestum førum um smærri skaðar. Men vit sluppu ikki heilt undan teim stóru skaðunum. Magnstøðin fór sera illa og stórur skaði hendi á tekjuna á nýggja Røktarheiminum við Vágna.

Skipini sýntust liggja væl í gjár, har var eitt sindur av trupulleikum við Norðborg og Gadus leygardagin í vindinum tá, so óivað hava menn tryggja skipini betur leygardagin.

Vit eru takksamir fyri, at ongin mansskaði hendi, hvørki á bjargingarfólkið hjá okkum, ella borgarar annars í Norðoyggjum. Tá slíkt harðveður er, er sera umráðandi at bjargingarfólk bjálva seg væl við klæðum og hava hjálm á høvdinum og brúka handskar. Og so er at ansa sær sjálvum fyrst, ikki at taka sær nakað fyri sum kann vera vandamikið fyri ein sjálvan og tá serstakliga ikki, tá talan bert er um ognir og ikki um menniskjalagnur.

Nú høvi býðst, skal eg nýta høvi at takka øllum teimum, sum hugsaðu um bjargingarfólkið. Her komu fólk við suppu, karamellum og køkum, og tað takka vit hjartaliga fyri, tí tað stimbrar at vita at fólk hugsa um okkara hóp av bjargingarfólki, tá slíkt ódnarveður leikar í, tí tað er ikki gamansleikur, ið tey fáast við úti í ódnini, sigur Finn Hansen, stjóri á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík og tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum.

Myndirnar niðanfyri eru nakrar hissini myndir frá degnum í gjár. Sólskynsmyndirnar helt eg eg skuldi taka við. Myndatólið sigur, at tær eru tiknar í gjár kl. 14.35. Eg rokni við, at júst tá er “holið” á lágtrýstinum beint á okkum, tí beint eftir eitt groft heglingsæl, lýsti í, himinin gjørdist bláur og sólin kom fram. Heilt stutt eftir brendi hann á aftur, og sum Finn Hansen sigur, tað helmaði ikki í fyrr enn um 23 tíðina í gjárkvøldið.