Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Røkke við Svalbard í 70-unum

Oliver Joensen

Kjel Inge Røkke brúkti høvið, nú Atlantic Navigator kom á Klaksvík, at hitta gamlar skipsfelagar av norska trolaranum Svalbard.

Teir fimm sjómenninir, Kjel Inge Røkke, Johannes Thomsen úr Skopun, Gunnar Kristoffersen úr havn, Ólavur Dahl úr Vági og Poul Inge Mittelstein úr skopun, húgnaðu sær óført, nú skjótt 30 ár síðani teir vóru á skipadekki saman í Barentshavinum. Trolarin teir tá vóru við, var Svalbard, ið var systurskip til gamla Skálaberg ella Ljósafellið. Vit vóru saman á troldekkinum, og føroyingarnir lærdu okkum normenn at brúka trol, segði Røkke. Føroyingar eru heimsins bestu sjómenn, og flestu norsku trolararnir høvdu føroyingar á troldekkinum tá, tí teir vóru teir bestu at bøta trol og at rigga trol til og vit normenn vóru lærlingar. Sjálvur var eg so heppin at sleppa á troldekkið at læra av føroyingum og vit gjørdust vinmenn fyri lívið.
Prátið gekk óført ímillum Røkke og føroyingarnar í sjónvarpsstovuni umborð á Atlantic Navigator og sum rættir sjómenn, skutu teir óført eftir hvør øðrum.
Meira í Norðlýsinum týsdagin og fríggjadagin.