Við stuðli frá Vinnuframa gjørdist dreymurin til veruleika
31 oktober var føroyska klædnamerkið Soul Made víst fram á forvitnisligari framsýning í París, nevniliga á Eiffel-torninum. Tað er modellstovueigarin Jessica Minh Anh, sum stendur aftanfyri tiltakið, sum fyrr hevur verið á Tower Bridge í London, One World Trade Center í New York og í Grand Canyon í Arizona fyri at nevna nøkur.
Soul Made Faroe Islands varð í august mánaði bjóðað at luttaka í stórsligna mótashowinum J Autumn Fashion Show 2014, sum J Model Management skipaði fyri í Eiffel torninum í París. Tá hetta er eitt kostnaðarmikið tiltak, varð beinanvegin avgjørt at seta okkum í samband við Vinnuframa. Hetta fyri at hoyra, um tey vóru áhugað í at stuðla okkum fíggjarliga. Eftir stutta tíð fingu vit játtandi svar frá Vinnuframa, og tískíl kundu vit, Soul Made Faroe Islands, verða partur av hesum stórsligna mótashowið í París, og hetta eru vit sera takksamar fyri. Stuðulin frá Vinnuframa, kemur sera væl við, tí at marknaðarføring uttanlanda er ein tungur økonomiskur postur.
Vit eru sera takksamar fyri at vit fingu høvið at luttaka, hetta hevur avgjørt verið við til at lata hurðar upp fyri Soul Made Faroe Islands. Verðinspressan var við og vit fingu eisini møguleikan at práta við eitt nú, italienska Elle og Fashion One. Umframt nógv góð sambond við tey røttu fólkini innan mótaheimin.
At enda vilja vit enn einaferð takkað Vinnuframa fyri at tey gera tað møguligt hjá føroyskum íverksetarum at ferðast útum landoddarnar at menna fyritøku teirra og samstundis fáa nýggjar kundar og harvið vaksa um fyritøkuna.
Vit gleða okkum til framtíðina.




