Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Vatnsdalsvatn – eina ótrúliga vakra nátt

Oliver Joensen

Sílafiskaríið á føroysku vøtnunum er í hæddini í løtuni. Vit vóru tríggir, sum í gjárkvøldið og inn í náttina royndu Vatnsdalsvatn við Breiðá í Saksun. – Sum hvørja ferð, fingu vit eina ótrúliga náttúruuppliving, sum eg ongastaðni úti í heimi havi funnið maka til.

Sílafiskaríið á føroysku vøtnunum er í hæddini í løtuni. Vit vóru tríggir, sum í gjárkvøldið og inn í náttina royndu Vatnsdalsvatn við Breiðá í Saksun. – Sum hvørja ferð, fingu vit eina ótrúliga náttúruuppliving, sum eg ongastaðni úti í heimi havi funnið maka til.

Vit tríggir, eg sjálvur, Ásmundur og Árni hava verið ámongum vøtnum í Føroyum. Við Vatnsdalsvatn oman vestanfyri ella kanska sunnanfyri Saksun høvdu vit ikki verið áður.

Gunnfríður Dahl-Olsen er bóndin, ið varðar av vatninum, og fyrsta uppgávan var at ringja til hansara, um vit kundu fáa loyvi at fara í hagan við tráðuni. Gunnfríður var bæði blíður og tíður, og greiddi okkum frá hvussu vit skuldu ganga. Gunnfríður segði, at teir høvdu fingið síl har, uppá  tvey trý pund, og okkurt sílið sum vigaði fýra pund, so tað ljóðaði spennandi í okkara oyrum.

Eg og Árni Zachariasen fóru úr Klaksví um halvgun fimmtíðina, og Ásmundur bróður um somu tíð úr Vestmanna.

Komnir til Saksun, varð gjørt klárt, bilarnir parkeraðir við brúnna um Svartá, og so hondina á knæði niðan brekkuna. – Tað var ongin løtt brekka at ganga, tí brøtt var hon og vit høvdu ikki einki av viðføri heldur.

Men útsýnið – ein ótrúliga flottur gongutúrur, hóast tungur og knortlugtur – føroyska náttúran vísti seg frá síni allar vakrastu síðu og so í Saksun afturat, tað kann bara ikki sigast frá, ikki eingang myndatólið megnar at vísa upplýsingina, sjálvt við telduhjálp – tað má bara upplivast.

Men eg hevði eitt gamalt fototól við mær, og eg tók nakrar myndir, sum síggjast niðanfyri. Til sílafiskarar, ið hava hug at royna vøtnini er bert at siga, at hatta vatnið er eitt must. Vit fingu ikki nógv, eitt síl í part, men tey vóru góð, tað stórsta var 50 cemtimetrar til longdar og væl í holdum.

Her er tað, gamla myndatólið fekk burturúr: