Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við veðrum í Nakkinum

Danial Viðoy

Bygdalív: Í góðveðrinum í gjár vóru seks mans við veðrum í Nakkinum, ið er feitilendi á Viðoynni. Tað var farið við báti úr Eiðsvík á Viðareiði og síðani siglt vestur í Villingardal, har gingið var síðsta teinin niðan til Kánansland hjá veðrunum.

Bygdalív: Í góðveðrinum í gjár vóru seks mans við veðrum í Nakkinum, ið er feitilendi á Viðoynni. Tað var farið við báti úr Eiðsvík á Viðareiði og síðani siglt vestur í Villingardal, har gingið var síðsta teinin niðan til Kánansland hjá veðrunum.

Teir síðstu veðrirnir eru nú sleptir á Viðoynni. Tað eru nógv feitilendi á Viðareiði, og enn gera menn gagn av hesum møguleikanum. Nakkurin er árakað lundalandið Seytorvuna. Nakkurin liggur eini 400 metrar omanfyri Seyðtorvuna, vesturímóti Ennibergi.

Tað er sera steyrrætt at koma inn í Nakkin. Millum viðingar sigst, at Nakkurin er steyrrættasta feitilendið á Viðoynni.

Men menn setast ikki aftur fyri tað. Smakkurin í kjøtinum, hugurin til seyð og bjargarhugurin, ið elvir til háspenning, eru atvold til at lív enn er í at sleppa veðrum í bjørgini.

Sum Norðlýsið ofta hevur nevnt fyrr, er hetta ikki bert áhugi hjá eldri monnum, men tað unga hevur minst líka stóran áhuga. Av teimum seks, ið vóru við í gjár, vóru fýra í aldrinum frá 20 til 17. – So tað ber á øllum brøgdum, at hetta fer at halda á ein mansaldur afturat.

Annars siga bjargamenninir, at tað gekk sera væl at sleppa veðrunum. Veðrið var meir enn so til vildar; sól, stilli og heitt. Tá kann mann ikki krevja meira frá Várharra.

Nú bíða hesir eisini spentir til í heyst, tá ið farið verður eftir veðrunum aftur.

Allir mans sigldu ikki til húsaftur. Tveir teir gomlu hildu leiðina um fjallið og fóru ein gongutúr út á Enniberg. Tískil eru myndir eisini haðani.